16.01.2014 · Løgmansskrivstovan

Frá svartskygni til bjartskygni

Frá svartskygni til bjartskygni
Gongdin í Føroyum er vend frá svartskygni til bjartskygni. Hugurin og tørvurin hjá landi, kommunum og vinnuni at gera íløgur hevur ongantíð verið størri, og er eitt greitt tekin um, at áræðið og álitið á framtíðina er stórt.

Okkara samfelagið er á rættari kós. Fólkatalið veksur aftur. Arbeiðsloysið er lágt og lækkar. Bruttotjóðarúrtøkan veksur. Fleiri løntakarar eru í privata vinnulívinum, og samlaðu lønargjaldingarnar vaksa.
 

Fleiri búskaparlig lyklatøl peika rættan vegin.
 

Í kjalarvørrinum á altjóða búskaparkreppuni, sum brast á í 2008, hava Føroyar veruliga fingið fótafestið aftur. Okkara búskapur stendur á tryggari grund.

Vit flyta okkum frá svartskygni til bjartskygni.
 

Stórur íløguhugur
Álitið á framtíðina er stórt í Føroyum. Tað vísir stóri hugurin at gera íløgur. Bjartskygnið hjá landi, kommunum og vinnulívi er so eyðsýnt, at fleiri stórar verkætlanir verða gjørdar komandi árini.

Úr rúgvuni kunnu nevnast nýtt uppsjóvarvirkið í Fuglafirði, sum væntandi er ávegis, saltsilan á Tvøroyri, stóra bústaðarætlanin hjá Bústaðir, nýggja farstøðin við flogvøllin, útbyggingarnar hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, risa íløgurnar hjá Bakkafrost og Bank Nordik í Havn umframt Marknagilsdepilin.


Fyri byggivinnuna hava mongu verkætlanirnar stóran týdning. Fyri samfelagið hevur økta byggivirksemið eisini stóran búskaparligan týdning. At land, kommunur og vinnulív leggja so nógv fyri komandi árini er greitt tekin um, at áræðið er stórt, og trúgvin upp á samfelagið er bjørt.
 

Lágt arbeiðsloysi
 

Arbeiðsloysið í Føroyum er í løtuni so lágt, at vit í Evropa teljast millum tey lond, ið hava lægst arbeiðsloysi. Tað er ein sólskinssøga. Hagstovan boðaði stutt fyri árslok frá, at arbeiðsloysi í Føroyum er 3,7 %. Tá eru eisini borgarar, ið eru farnir úr ALS, taldir við. 

Hagtalsgrunnurin Eurostat almannakunngjørdi fyri nøkrum døgum síðani, at í miðal er arbeiðsloysið í teimum 28 ES londum 10,9 %. Í evruøkinum er arbeiðsloysið 12,1 %.
Spania (26,7 %) og Grikkaland (27,4%) hava hægsta arbeiðsloysi, meðan Eysturríki (4,8 %) og Týskland (5,2%) hava tað lægsta. Hóast ávís fyrivarni skulu takast við at samanbera tøl, kunnu vit kortini staðfesta, at Føroyar teljast millum tey lond, sum á frægasta hátt hava knógvað arbeiðsloysinum.


Tað er eisini hugaligt at síggja, at talið av løntakarum er vaksandi, har fleiri og fleiri verða sett í starv hjá privata vinnulívinum. Hetta hevur so eisini við sær, at lønargjaldingarnar økjast.

Metstórur útflutningur
Føroyski útflutningurin í fjør var metstórur. Samlaði útflutningurin frá 2012 til 2013 er vaksin við tilsamans sløkum 400 milliónum krónum. Samlaða íkastið frá okkara alivinnu, okkara uppsjóvarvinnu og frá okkara fjarfiskiflota seinastu árini hevur ongantíð verið størri. Alifiskur er nú okkara størsta útflutningsvøra.
 

Hallið er avbjóðingin
Vit hava kortini fleiri avbjóðingar. Vánalig botnfiskaveiða undir Føroyum er ein orsøk til, at vit ikki hava havt størri vøkstur síðstu árini. Vónandi ber til at venda keðiligu gongdini í hesi vinnu.

 
Hallið í landskassanum er ein avbjóðing. Samgongan hevur seinastu árini lækka hallið munandi, men enn er nakað á mál. Búskaparligu lyklatølini geva vón um, at javnvág fæst á fíggjarlógini innan ikki alt ov rúma tíð.


Nógvir føroyingar vinna sína løn uttanlands. Tað er gott, at føroyska arbeiðsmegin kann flyta seg í onnur lond at arbeiða, tá niðurgongd er í Føroyum, men framvegis búgva og liva her á landi. Lønarkrónur úr útlandinum eru góðar, men eru eisini tekin um, at vit ikki skapa nóg mikið av arbeiðsplássum til rættar lønir og rættar førleikar í Føroyum.
 

Gongdin vend
Gongdin er vend. Eftir nøkur ár í lágkonjukturi gongur aftur rættan vegin. Tað er nógv, sum talar fyri, at vit ganga ímóti bjartari tíðum. Hetta eiga vit øll at fegnast um. Saman við vinnuni og treysta fólkinum í Føroyum hava ringastu brotasjógvarnir frá altjóða búskaparkreppuni vónandi lagt seg.
 

Vit hava flutt okkum frá svartskygni til bjartskygni.