Nú ivi hevur stungið seg upp, um hvussu tíðindafundurin eftir ríkisfundin skal skiljast, vil landsstýrið gera púra greitt, at landsstýrið sjálvandi virðir Løgtingið og tey mál, ið Løgtingið viðger.
Í samgonguskjalinum er avtalað, at stjórnarskipanarnevnd skal setast við umboðum úr øllum flokkum at evna til eitt uppskot um Stjórnarskipan Føroya. Hetta er gjørt, og uppskotið er lagt til tingsins viðgerð.
Ein víðkað rættarnevnd viðger málið og tey stjórnarrættarligu ivamál, ið skulu hava bæði politiska og løgfrøðisliga viðgerð, soleiðis at uppskotið til stjórnarskipan kann verða smíðað liðugt í teirri sátt og semju, sum hevur eyðmerkt gongdina higartil.
Viðvíkjandi støðu Føroya í altjóðahvalaveiðunevndini, IWC, vil landsstýrið vísa á, at Føroyar altíð hava staðið saman í spurninginum um rættin til hvalaveiðu. Hetta er ein grundleggjandi spurningur um rættin til burðardygt at gagnnýta tilfeingi í havinum kring okkum. Hóast tað ikki verður talan um veiðu eftir stórhvali her og nú, so er grundleggjandi málið ikki at geva frá okkum henda rættin. Somuleiðis vil landsstýrið vísa á, at IWC virkar fyri burðardyggari hvalaveiðu heldur enn at vera ein friðingarfelagsskapur.
Tí kann hvørki landsstýrið ella ein samd Uttanlandsnevnd liva við, at danskir myndugleikar ganga beint ímóti føroyskum áhugamálum.
Kaj Leo Holm Johannesen
Løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum
Jørgen Niclassen
Landsstýrismaður í uttanríkismálum og formaður í Fólkaflokkinum
Jóannes Eidesgaard
Landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður í Javnaðarflokkinum