Framløga løgmans
Partur I
Harra formaður
Vit seta í dag okkara meira enn 1000 ára gamla ting og halda tjóðarhátíðina í einum ríkum landi.
Okkara ríkidømi er úrslit av ágrýtni í fólkinum og hørðum arbeiði, sum ættarlið hava framt við at byggja á avrik hjá undanfarnum ættarliðum.
Í mínum hjarta eri eg stoltur av at kunna siga, at eg eri føroyingur, og at mítt land er Føroyar.
Eg eri stoltur av at búgva í landi, har fólkið í meira enn 1000 ár hevur treiskast ódnarveður, hungur og hóttandi sóttir og nú fjølgast í hvørjum.
Ongantíð hava fleiri fólk búð í Føroyum enn nú. Við verandi gongd verða vit skjótt 50.000 fólk í oyggjunum, og tað vísir, at vit liva í einum góðum landi.
Harra formaður
Týdningarmiklasti førleikin í einum og hvørjum samfelagi og menniskja eru evnini at umstilla seg til nýggj viðurskifti og lofta nýggjum avbjóðingum. Hendan megin býr í okkum.
Tá tað var neyðugt, fóru vit til fjals, knossaðu okkara knoss í bjørgunum ella tóku okkara tøk á skipsdekkum og í fiskakjallarum.
Tá kvinnur og menn settu sær fyri at fáa bygt bygdaskúlar, og foreldur løgdu í børnini at røkja skúlan, var tað í trúnni á, at lærdómur var vegurin til eina bjarta framtíð.
Korini vóru mangan trong, sorgin stór og tøkini tung, men tey vórðu tikin, og við hesi megi bygdu vit land.
Okkara ríkidømi er úrslit av ágrýtni í fólkinum og hørðum arbeiði, sum ættarlið hava framt við at byggja á avrik hjá undanfarnum ættarliðum.
Í mínum hjarta eri eg stoltur av at kunna siga, at eg eri føroyingur, og at mítt land er Føroyar.
Eg eri stoltur av at búgva í landi, har fólkið í meira enn 1000 ár hevur treiskast ódnarveður, hungur og hóttandi sóttir og nú fjølgast í hvørjum.
Ongantíð hava fleiri fólk búð í Føroyum enn nú. Við verandi gongd verða vit skjótt 50.000 fólk í oyggjunum, og tað vísir, at vit liva í einum góðum landi.
Harra formaður
Týdningarmiklasti førleikin í einum og hvørjum samfelagi og menniskja eru evnini at umstilla seg til nýggj viðurskifti og lofta nýggjum avbjóðingum. Hendan megin býr í okkum.
Tá tað var neyðugt, fóru vit til fjals, knossaðu okkara knoss í bjørgunum ella tóku okkara tøk á skipsdekkum og í fiskakjallarum.
Tá kvinnur og menn settu sær fyri at fáa bygt bygdaskúlar, og foreldur løgdu í børnini at røkja skúlan, var tað í trúnni á, at lærdómur var vegurin til eina bjarta framtíð.
Korini vóru mangan trong, sorgin stór og tøkini tung, men tey vórðu tikin, og við hesi megi bygdu vit land.
Og við hesi megi tillaga vit okkum treytirnar í einum altjóðagjørdum heimi og tryggja, at Føroyar eru millum heimsins bestu lond at liva og virka í.
Harra formaður
Vit standa fyri nýggjum avbjóðingum, nú fíggjarkreppa herjar um allan heim.
Eg ivist onga løtu í, at vit saman føra Føroyar trygt ígjøgnum hetta búskaparliga lágtrýstið.
Politiska søga Føroya hevur nógvar kapitlar um ósemjur, og onkur tílíkur kapittul verður helst skrivaður aftrat.
Men tað finst ein megi, sum bindur okkum tættari saman, enn vit ofta gáa um, og tann megin býr í okkara hjørtum. Kærleikin til landið, tilknýtið til mentanina og tilvitanin um stríðið fyri at yvirliva á hesum oyggjum býr undir øllum, vit gera og eru.
Okkara fatanir kunnu vera ymiskar, men málið er tað sama: Vit vilja skapa eitt gott land at búgva í fyri øll.
Hóast vit í dag hava avbjóðingar, nýtist ongum at stúra, tí grundvøllurin undir okkara búskapi er sterkur. Almenna skuldin er lítil, landið eigur tøkan pening, og grunnar, sum landið varðar av, eru væl fyri.
Bankapakkarnir hava givið føroysku peningastovnunum møguleika at gerast partur av felags trygdarskipanini fyri peningastovnar í ríkisfelagsskapinum. Og føroyskar fyritøkurnar hava fingið møguleika at brúka útflutningsskipanir hjá Eksport Kredit Fonden.
Fiskaprísir eru falnir, men útflutningsvirðið er ikki minkað. Útflutningurin av alifiski er vaksin munandi, og alivinnan er í heimsflokki í kappingarføri og dygd.
Arbeiðsloysið er í løtuni 3,4 prosent, og tað er lágt samanborið við onnur lond. Og nýggjastu vísitølini í konjukturbarometrinum bera boð um, at bæði vinna og fólk vænta, at búskaparliga gongdin fer at venda.
Men skulu Føroyar koma væl gjøgnum framtíðar avbjóðingar, skulu tøk takast.
Fíggjarlógin hevur bygnaðarligar skeivleikar. Skeivleikar, sum merkja, at javnvág er ikki millum inntøkur og útreiðslur. Hetta vil siga, at tá ið tíðirnar eru góðar, og konjukturarnir eru við okkum, hava vit eitt ov lítið avlop á fíggjarlógini. Og tá ið konjukturarnir eru ímóti okkum, hava vit eitt ov stórt hall.
Harra formaður
Samgongan er samd um ein vakstrar- og bygnaðarpakka, nevndur Ólavsøkuuppskotið, sum skal brynja búskapin til framtíðar sjálvbjargni.
Vakstrar- og bygnaðarpakkin byggir á tríggjar liðir:
- virksemisskapandi átøk, sum skulu skapa arbeiði
- rationaliseringar, sum skulu tryggja ein sunnan og skynsaman rakstur av okkara samfelagi og
- bygnaðarbroytingar, sum tryggja ein sterkan og støðugan búskap sum frá líður.
Mett verður, at pakkin fer at vaksa um bruttotjóðarúrtøkuna við umleið 1,3 prosentum í 2010 og við 2 prosentum í 2011.
Samstundis fer hallið á fíggjarlógini fyri 2010 at minka úr umleið 970 mió. kr. niður í 820 mió. kr. Okkara mál er at fáa javnvág í almenna raksturin innan 3 til 5 ár.
Fyri at økja um virksemið í samfelagnum verður íløgukarmurin hjá landinum næsta ár hækkaður úr 230 mió. kr. upp í 330 mió. kr. Harumframt verður Vága floghavn útbygd fyri 160 mió. kr.
Stórur partur av hækkaða íløgukarminum skal gagnnýtast á slíkan hátt, at eisini annar íløgupeningur fæst til vega. Landsstýrið veit, at bæði á mentanar- og á ítróttarøkinum eru verkætlanir, ið kundu farið av bakkastokki rættiliga skjótt. Landsins íkast verður við til at blása lív í verkætlanir, ið eldsálir kring landið hava lagt tíð og orku í at taka stig til. Á henda hátt kunnu 100 mió. í øktum íløgum skjótt skapa virksemi fyri minst tað dupulta.
Húsalánsgrunnurin verður umskipaður, og grunnurin fer ikki longur at virka á vanliga sethúsamarknaðinum. Grunnurin hevur 355 mió. kr. tøkar, sum m.a. skulu brúkast til at veita bíliga og lagaliga fígging til alternativa bústaðarbygging, orkusparandi ábøtur og bústaðarbroytingar til fólk við skerdum førleika.
Landsstýrið er farið undir at fyrireika samráðingar við privat felag um at gera Skálafjarðartunnilin. Tunnilin fer at hava stóran týdning fyri undirstøðukervið og virksemið í landinum.
Landsstýrið er um at leggja seinastu hond á eitt uppskot um at menna og fjølbroyta vinnulívið kring landið. Tað er gjørt saman við pørtum í vinnuni og verður lagt fyri løgtingið til aðalorðaskiftis í heyst.
Harra formaður
Arbeiðsmarknaðurin stendur fyri stórum avbjóðingum. Loysnin er ein smidlig og flytifør arbeiðsmegi, sum er før fyri at umstilla seg og taka við nýggjum arbeiðsplássum, ið verða skapt.
Styrkin í okkara vælferðarsamfelagi er, at um fólk missa arbeiðið. so loftar samfelagið teimum. Samfelagið veitir ókeypis útbúgving og gevur fólki møguleika at ogna sær neyðugar førleikar at virka á arbeiðsmarknaðinum.
Í vár samtykti løgtingið eina týðandi broyting í lógini um ALS.
Arbeiðsloysisstuðulin hækkar úr 70% upp í 80% av inntøkuni fyrsta árið fyri so at minka aftur niður í 75%. Og arbeiðsleys kunnu fáa útgoldið upp í 20.000 kr. um mánaðin. Ein skipan er eisini gjørd fyri fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd í sambandi við umvælingar í longri enn 30 dagar.
Skipanin við førleikagevandi tiltøkum til arbeiðsleys er víðkað, so arbeiðsgevarar, sum taka fólk í arbeiðsvenjing, fáa kostnaðin endurrindaðan.
Ongin skal verða noyddur at flyta av landinum vegna arbeiðsloysi.
***
Harra formaður
Okkara samfelag skal lofta teimum, sum hava tørv á hjálp og tryggja øllum javnbjóðis møguleikar. Møguleikar at skapa sær eina gevandi og innihaldsríka tilveru. Møguleikar at velja lívsleið, sama um tú ert barn av stjóra ella verkafólki. Hetta er kjarnin í okkara samfelagi.
Men eitt vælferðarsamfelag krevur støðuga eftirmeting og endurmenning.
Vælferð má fíggjast, og vit – og her meini eg við allar politiskar flokkar – kunnu ikki halda fram at síggja burtur frá hesum veruleika, tá ið vit smíða fíggjarlóg. Síðani 1998 hava vit, í eykajáttanum og meirnýtslu, nýtt umleið 3. mia kr. meira enn ætlað.
Vælferðin kostar, men lat meg sláa fast, at vit fara undir ongum umstøðum at seta vælferðina til viks. Trivnaðurin hjá borgarunum er aðalmálið í politikkinum hjá samgonguni. Men vit vilja tryggja, at vit fáa mest møguligt burtur úr hvørjari skattakrónu.
Vit hava longu lagt til brots. Ein fíggjarlig greining av heilsuverkinum varð latin úr hondum seinasta heyst, og farið er undir at kanna almannaøkið. Í 2011 verður útbúgvingarøkið kannað.
Sjøtul er settur á at dygdarmenna sjúkrahúsverkið. Ein leiðsla er skipað fyri alt sjúkrahúsverkið, sum skal tryggja eina gagnligari nýtslu av samlaða tilfeinginum.
Fyri at tálma vøkstrinum í útreiðslum í sambandi við serviðgerð uttanlands eru tiltøk sett í verk, so at meira fæst burturúr. Arbeitt verður eisini við at fáa fleiri viðgerðir framdar í Føroyum.
Verkætlanin við talgildu heilsuskipanini er komin væl áleiðis. Í ár verða væntandi sjúkrahúsverkið og kommunulæknarnir partur av skipanini, og tá ið skipanin verður liðug, verða Føroyar fyrsta land í heiminum við einari felags talgildari skrásetingarskipan fyri alt heilsuverkið. Skipanin gevur eina betri umsiting, betri tænastu til sjúklingin og tryggjar, at læknar og røktarfólk fáa beinleiðis og skjóta atgongd til sjúkrabøkur.
Eitt uppskot um nýggja kommunulæknaskipan verður klárt í heyst. Grundleggjandi trupulleikar eru í skipanini, m.a. stóra trotið á kommunulæknum. Málið er m.a. at fremja bygnaðarbroytingar og at lata upp fyri, at onnur heilsustarvsfólk kunnu arbeiða á økinum. Hildið verður fram at útbúgva kommunulæknar í Føroyum.
Nýggj almenn sjúkratrygging verður sett í verk, har allir borgarar verða javnsettir, bæði viðvíkjandi gjaldi og tænastum. Ætlanin er, at nýggja skipanin skal fáa gildi frá ársbyrjan. Tó verður ein 2 ára skiftistíð, har inngjaldið fyrst verður kravt inn sum javnstór upphædd frá øllum vaksnum. Síðan verður tað lagt inn yvir skattin frá ársbyrjan 2012.
Ein krabbameinsætlan, ið skal slóða fyri betri viðgerð fyri okkara krabbameinssjúklingar, verður liðug í heyst.
Útbyggingarnar av Landssjúkrahúsinum halda fram, og fyrireikað verður at byggja nýggjan psykiatriskan depil og nútíðargera Klaksvíkar sjúkrahús.
At fremja heilsu og fyribyrgja sjúku, er ein grundleggjandi liður í einum góðum heilsuverki. Málið hjá landsstýrinum er at fremja ein fólkaheilsupolitikk, sum miðar eftir at styrkja heilsustøðuna hjá føroyingum. Rørsluárið í ár er týðandi liður í hesum arbeiði.
Heilsukanningar fyri børn og ung verða styrktar. Allar gentur fáa nú tilboð um ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabba, tá ið tær hava fylt 14 ár. Ein serskipan er gjørd, so gentur føddar í 1993 og 1994 eisini fáa hetta tilboð.
Harra formaður
Í okkara samfelagi skulu øll hava møguleikar at skapa sær eina gevandi tilveru. Eisini tey, ið ikki rópa hart og gera vart við síni kor.
Arbeiðið at smíða nýggja sosiallóggávu er byrjað, og ætlanin er, at allir teir politisku flokkarnir skulu vera við í hesum arbeiði. Endamálið við nýggjari sosiallóggávu er at tryggja, at borgarin – alt eftir tørvi – fær neyðugu hjálpina, og at tað verður greiðari, hvørji rættindi og skyldur borgarin hevur. Nýggja sosiallóggávan verður løgd fyri tingið á vári 2011.
Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu taka undir við at seta í gildi ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Sáttmálin slóðar fyri, at fólk, ið bera brek, fáa somu rættindi sum aðrir borgarar.
Nýggja psykiatrilógin kemur í gildi 1. oktober. Við lógini verða rættindini hjá sálarsjúklingum styrkt. Viðgerðartilboðini verða dagførd, serstøk barna- og ungdómspsykiatri verður útbygd, og eitt eldrapsykiatriskt toymi er skipað.
Samfelagið skal veita eina hjálpandi hond, sofólk við skerdum førleika fáa møguleika at gerast partur av arbeiðsmarknaðinum. Í heyst verða skipanirnar við endurbúgving og vardum størvum endurskoðaðar.
Tørvur er á fleiri bútilboðum til fólk við skerdum førleika, og tí verður farið undir eina langtíðar íløguætlan. Nýggja lutaíbúðalógin, sum kemur í gildi í heyst, ger tað eisini møguligt at skipa vardar bústaðir til fólk við serligum tørvi sum serstøk lutaíbúðafeløg.
Fyrst í komandi ári verður nýtt sambýli tikið í nýtslu í Klaksvík. Í Vági fer nýtt heim til sinnisveik at standa klárt um eitt ár ella so, og í næstum verður farið undir at byggja sambýli fyri sinnisveik í Havn.
Ein landsfevnandi endurvenjingarskipan fyri fólk við førleikatarni verður sett á stovn. Fyrsta stigið er tikið við eini royndarverkætlan á Klaksvíkar sjúkrahúsi við venjingartilboðum til børn við ávísum førleikatarni, sum annars høvdu verið send av landinum.
Farið er undir at umskipa økið børn og ung. Umskipanin hevur tvey aðalmál. Vit skulu betur kunna veita børnum og familjum við serligum tørvi hjálp, og vit skulu samskipa økið, so starvsfólkaorkan og hølisumstøðurnar verða betri gagnnýtt.
Í heyst verður lagt fram uppskot um eitt barna- og ungdómsráð, sum fer at hava eitt vakið eyga við økinum. Ráðið byrjar sítt virksemi 1. januar 2010.
95 mió. kr eru settar av til at byggja ellis- og røktarheim. Longu nú kunnu vit staðfesta, at áhugin at byggja er stórur. Eg havi tí eina væl grundaða vón um, at landið, saman við kommununum, kemur væl áleiðis at nøkta tørvin í hesum valskeiðnum.
Í heyst verður farið undir at evna til eina eldralóg. Lógin skal m.a. áseta, hvørji rættindi eldri borgarar hava, og hvørjar skyldur avvarðandi myndugleikar hava.
Tað almenna skal veita vælferðartænastur, men vit mugu ongantíð gloyma okkara ábyrgd sum einstaklingar at vísa næstakærleika í verki. Tí gleðist eg um mongu einstaklingarnar og sjálvbodnu felagsskapirnar, ið gera eitt gott og lívsjáttandi arbeiði.
Harra formaður
Vit foreldur skulu kenna tað trygt at lata okkara børn vaksa upp í Føroyum. Vit skulu forða fyri, at hørð rúsevni koma inn í landið. Avleiðingarnar av, at ungfólk enda í rúsevnismisbrúki, kunnu verða sosialt samanbrot, har ungfólk ikki megna at fáa sær útbúgving, røkja eitt starv ella enda í kriminaliteti og sálarligum trupulleikum.
Kanning hevur staðfest, at Føroyar eru eitt av teimum londunum í heiminum, ið hevur lægsta kriminalitet, og tað gleðist eg um. Okkara avbjóðing er at varðveita hesa støðu.
Í summar er SSP-samstarvið endaliga skipað. SSP er tvørfakligt samstarv millum myndugleikar og stovnar, ið arbeiða ella hava samband við børn og ung. Endamálið við samstarvinum er at skapa karmar og umstøður kring landið til tess at fremja felags atgerðir, sum fyribyrgja og minka um tey fyribrigdi, ið elva til kriminalitet og skaðandi atburð millum okkara ungdóm.
Harra formaður
Fólkavøkstur hevur verið í Føroyum seinastu árini. Tó hevur hesin vøkstur verið ójavnur. Meðan summir partar av landinum hava merkt fólkavøkstur, hava aðrir partar merkt fólkafráflyting.
Landsstýrið fer at umskipa kommunala bygnaðin 1. januar 2011. Málið er at skipa sjey kommunalar eindir og leggja uppgávur út til kommunurnar fyri at økja um virksemið og styrkja fyrisitingina kring landið. Nevndin, sum arbeiðir við nýggjum kommunalum bygnaði, leggur fram uppskot 1. oktober.
Kommunala umskipanin er ein avgerandi liður í at skapa vøkstur. Fyritreytin fyri fólkavøkstri er arbeiðspláss, og uppgávurnar hava við sær nýggj arbeiðspláss, sum fara at geva ungum familjum betri møguleika at seta búgv um alt landið.
Skulu allar kommunur megna at røkja sínar uppgávur mótvegis borgarunum, er neyðugt við eini samhaldsfastari fíggjarligari útjavningarskipan.
Tá ið øki verða latin kommunum at umsita, fer peningur frá landinum at fylgja við.
***
Harra formaður
Vitan er týdningarmiklasta tilfeingið í okkara tíð. Eitt tilfeingi, sum ikki kann uppfiskast ella brennast eins og olja.
Gransking, menning og nýskapan eru lykilin at menna bæði verandi og nýggjar vinnur. Tey eru fyritreyt fyri búskaparligum vøkstri og at skapa nýggj arbeiðspláss, sum kunnu draga fólk til landið.
Meðan vinnan og tað almenna í okkara grannalondum nýta umleið 3 prosent av teirra bruttotjóðarúrtøku til gransking og menning, nýta vit minni enn eitt prosent. Verandi játtanir gera ov lítlan mun, og karmarnir eru ikki nóg góðir.
Vísindaráðið er tí farið til verka, og ein nýggjur og miðvísur granskingarpolitikkur verður liðugur seinni í ár.
Neyðugt er at samskipa alla gransking í Føroyum, so sum mest fæst burturúr. Tað sigur seg sjálvt, at vit føroyingar ikki kunnu vera fremstir á øllum granskingarøkjum, og tí skulu kjarnuøki raðfestast.
Umsitingin av stuðulsjáttanum skal styrkjast fyri at tryggja, at øll, sum hava hugskot til verkætlanir, kunnu fáa vegleiðing og søkja stuðul á sama stað. Í løtuni verður arbeitt við at fáa fígging til vega úr viðkomandi almennum grunnum.
Fyri at styrkja um íverksetanina, er ætlanin at gera eina meira samanhangandi skipan, sum fevnir um ráðgeving og fíggingarmøguleikar.
Útbúgvingar- og granskingarumhvørvið skal knýtast saman í størri eindir. Fróðskaparsetrið skal vera miðdepil fyri hægri útbúgving og gransking og savnast í eina lestrar- og granskarapark.
1. januar 2010 fáa Føroyar atlimaskap í stóra granskingarsamstarvinum hjá ES, nevnt FP7. FP7 hevur ein grunn við 380 mia. kr., og úr honum kunnu føroyskir granskarar á jøvnum føti við granskarar úr ES-limalondunum søkja um stuðul.
Skapandi førleikar eru eginleikar, ið vit skulu hjúkla um og nøra. Tí er neyðugt, at vit stimbra skapandi evnini hjá børnum okkara og tryggja, at hesi evni verða ment og raðfest hægri í útbúgvingarskipanini.
Harra formaður
Eitt aðalmál hjá samgonguni er, at so stórur partur sum gjørligt av okkara ungdómi fær eina góða útbúgving – annaðhvørt bókliga ella yrkisliga. Útbúgving er fyritreyt fyri at klára seg í vitanarsamfelagnum og í altjóða kapping.
Innlæringin byrjar longu áðrenn skúlaaldur. Miðað verður eftir at orða stevnumið fyri dagstovnaøkið fyri at tryggja, at skiftið frá dagstovni til skúla verður so gott sum møguligt, og at hugur barnsins at læra verður stimbraður á øllum stigum.
Úrslitini av PISA- og landsroyndunum hava greitt víst, at átøk eru neyðug, um vit skulu menna fólkaskúlan.
Fleiri eftirmetingarskipanir eru settar í verk, og fleiri undirvísingartímar eru lutaðir út til skúlan. Frá 1. august er tvílæraraskipan sett í gildi í øllum 1. og 2. flokkum, har næmingatalið er 18 ella fleiri. Samstundis fáa skúlarnir fleiri tímar til sernámsfrøðina.
Arbeiðið at endurskoða miðnámsútbúgvingarnar heldur fram, og málið er at skipa samanhangandi miðnámsútbúgving við breytum í tveir til tríggjar deplar. Játtanirnar til hetta økið eru eisini hækkaðar.
Í heyst verður farið undir at eftirútbúgva lærarar til at taka sær av undirvísing og ráðgeving av miðnámsskúlanæmingum og vaksnum við orðblindni.
Gott samstarv skal fáast millum allar útbúgvingarnar, ið eru partar av Fróðskaparsetri Føroya. Byggjast skal víðari, soleiðis, at útboðið verður alsamt størri, og at útbúgvingar verða bodnar út á hvørjum ári. Málið er somuleiðis at fáa samstarvsavtalur við universitet í útlondum, ið skulu geva føroyingum møguleika at taka alskyns útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya umvegis fjarlestur.
Samstundis sum vit menna verandi skipanir, skulu vit eisini skapa fyritreytir fyri lívlangari læring. Umráðandi er, at ung sum eldri hava góðar møguleikar fyri endurútbúgving og framhaldandi útbúgving. Í næstum verður eitt tilmæli klárt um, hvussu hetta kann fremjast í verki. Skipanir sum hesar eru grundleggjandi fyri smidligari og flytførari arbeiðsmegi.
Harra formaður
Skal tað eydnast at hevja støðið í okkara fólkaskúla, mugu vit ásanna, at sama møguleika gevur tú ikki børnum og ungum við at geva teimum akkurát sama tilboð.
Møguleiki skal vera fyri at veita eitt fjølbroytt tilboð til hvønn einstakan. Pláss skal vera fyri at fjøltátta undirvísingina, so ein og hvør fær eitt skúlatilboð, sum mennir tann einstaka.
Men alt hetta ber ikki til í so smáum eindum, sum vit hava í dag. Bæði av fíggjarligum og av fakligum og pedagogiskum ávum er neyðugt at minka talið á skúlaeindum. Smáu skúlarnir eru kostnaðarmiklir at reka, og tíðin er farin frá einum skúlabygnaði, har tað orsakað av truplum ferðamøguleikum var neyðugt at hava ein skúla í hvørjari bygd.
Stundin er komin at broyta skúlabygnaðin grundleggjandi, so hann kann geva næmingunum tey bestu skúlatilboðini. Farið verður tí undir at fremja hesar bygnaðarbroytingar í neyvum samstarvi við kommunurnar, skúlaráð og Føroya Lærarafelag.
Ein miðvís íløga skal gerast í at útbúgva og eftirútbúgva lærarar og leiðslur á skúlum og stovnum. Og samanlegging av skúlaeindum fer at leysgeva fíggjarligt tilfeingi, sum skal nýtast til hetta endamál.
Harra formaður
Altjóða handil og samstørv eru grundarlagið undir okkara búskapi.
Við einari betri avtalu við ES høvdu vit kunnað skapt nýggj arbeiðspláss og økt munandi um okkara útflutningsvirði. Arbeitt verður tí fyri at fáa betri samstarv og handilsavtalur við Evropa.
Ein serfrøðingabólkur greinar í løtuni, hvussu Føroyar fáa gagnligasta tilknýtið til ES og gerast partur av teimum fýra frælsunum fyri vørur, tænastur, kapital og persónar umframt øðrum samstarvsskipanum. Greiningararbeiðið verður liðugt í heyst og tá ið politisk støða er tikin, byrja samráðingarnar.
Tað hevur týdning, at vit taka við tann veruleika, at ein av okkara størstu kappingarneytum innan fiskivinnuna, Ísland, møguliga fer inn í ES.
Royndirnar at fáa limaskap í EFTA halda fram. EFTA hevur umframt fríhandilssáttmála við ES fríhandilssáttmálar, sum fevna um 27 lond úr øllum heimspørtum, og felagsskapurin er í samráðingum við 10 onnur lond um fríhandilssáttmálar.
Landsstýrið arbeiðir við at útinna samtyktina hjá løgtinginum um, at Føroyar fáa atlimaskap í UNESCO, sum er ST-felagsskapur fyri útbúgving, vísind og mentan.
Landsstýrið virkar eisini fyri at fáa Føroyum sjálvstøðugan limaskap í WTO, ið er karmur um handilssamvinnu millum flestu av heimsins londum.
Harra formaður
Føroyska sjóøkið er í dag 275.000 ferkilometrar.
Í apríl varð krav Føroya til ein ytri landgrunn norðan fyri Føroyar, nærum 90.000 ferkilometrar til støddar, sent Sameindu Tjóðum. Í august mánaði verða hesi krøv løgd fyri landgrunsnevndina hjá ST.
Samráðingar verða við Bretland, Írland og Ísland um rættindi og møguligt býti av útsynningspørtunum av Føroyaháslættanum. Føroyar krevja 550.000 ferkilometrar av útsynningspørtunum av Føroyaháslættanum, og hetta mál verður fyrireikað at leggja fyri landgrunsnevndina.
Harra formaður
Vit hava góðar møguleikar at menna nýggjar vinnur í Føroyum.
Landsstýrið er farið undir at menna Føroysku Altjóða Skipaskránna, FAS til ein alternativan vinnuveg fyri okkara stoltu sjóvinnu. Skipanin hevur góðan byr, og fleiri skip eru longu skrásett. Stórur dentur verður lagdur á at menna avleitt virksemi í sambandi við skrásetingina fyri at skapa flest møguligar inntøkur til samfelagið.
Nýggj partafelagslóg verður løgd fyri løgtingið í heyst. Lógin nútímansger vinnufelagsrættin soleiðis, at eigararnir fáa størri frælsi at skipa felagið, og hon skal gera tað lættari at fáa útlendsk feløg til Føroyar.
Føroyar hava stórar møguleikar at menna ferðavinnuna, men vit eiga at fáa meira burturúr. Ferðavinnupolitikkurin verður tí endurskoðaður.
Skulu Føroyar gerast eitt lokkandi ferðamanna- og íløguland, krevst miðvís marknaðarføring. Játtanin til marknaðarføring verður tí hækkað við 10 mió. kr. í 2010.
Farið verður undir at umskipa Apoteksverkið til eina sjálvstøðuga eind uttan fyri fíggjarlógina. Endamálið er at geva Apoteksverkinum fríari karmar at menna sítt virksemi m.a. við øktum útflutningi fyri eyga. Umskipanin verður væntandi liðug í ár, og framleiðslan kann byrja næsta ár.
Stórir møguleikar eru í ílegugransking í Føroyum. Ættarbandsskráin verður væntandi liðug miðskeiðis í 2010. Fleiri granskingarverkætlanir eru í gongd, og góð framtíðarútlit eru við ættarbandsskránni, sum kann draga til sín granskarar í útlendskum verkætlanum.
Virksemið á føroyska tónleikapallinum er størri enn nakrantíð, og gávurík tónlistafólk og stór tónleikatiltøk gera Føroyar sjónligari úti í heimi. Tað syngur og ljómar, men tørvur er á eini heildarætlan fyri føroyskan tónleik, skal hann geva størri búskaparligt íkast.
Fleiri almennir stovnar fáast so ella so við tónleikavinnuframa, og vitan um at menna hesa vinnu liggur spjødd ymsastaðni. Ætlanin er at styrkja karmarnar hjá tónleikavinnuni, so hon fær betri møguleikar at menna seg.
Harra formaður
Broytingar í veðurlagnum eru millum størstu avbjóðingar hjá heimssamfelagnum í 21. øld. Føroyar skulu vísa altjóða samhaldsfesti og taka virknan lut í at tálma útlátið av veðurlagsgassum, sum hótta okkara tilverugrundarlag og allan heimin.
Í dag stava meira enn 90 prosent av okkara orkunýtslu frá olju, og í fjør innfluttu vit brennievni fyri eina góða milliard krónur, ið svarar til umleið 20% av okkara innflutningi. Vandi er fyri, at hækkandi oljuprísir um fá ár hótta okkara búskap, um vit ikki minka nýtsluna av olju og fara at brúka aðrar orkukeldur.
Breiður politiskur vilji er til at seta tiltøk í verk at skerja útlátið av veðurlagsgassum.
Peningur er settur av til at bjálva og tetta almennar bygningar, stuðulsjáttan er fingin til vega til orkusparandi verkætlanir, og bjálvingarstuðulsskipanin verður sett í verk. Sjøtul er settur á arbeiðið at gera landsbyggireglugerð, sum m.a. verður grundarlag undir skipanini.
Landsstýrið hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu vera sjónligar í einum nýggjum altjóða veðurlagssáttmála og vísa altjóða samfelagnum, at vit taka ábyrgd. Uppskot til samtyktar verður lagt fyri tingið áðrenn altjóða veðurlagsfundin í Keypmannahavn í desember.
Harra formaður
Fiskiskapurin undir Føroyum hevur verið fallandi seinastu árini. Lítið hevur verið til av toski og hýsu, og útlitini fyri hesi fiskasløg eru ikki góð. Tó gongur væl á øðrum økjum, eitt nú viðvíkjandi upsa, gulllaksi, sild og makreli.
Vit mugu ásanna, at neyðugt er við størri virðisøking og optimalari gagnnýtslu av øllum tilfeinginum í havinum. Fyri at náa hesum, mugu vit taka politiska støðu til grundleggjandi viðurskifti, ið eru avgerandi fyri, at vinnan kann fullnýta sínar møguleikar og gerast meira kappingarfør. Her verður serliga hugsað um spurningin um at tilvirka fiskin umborð og avmarkingarnar at landa uttanlands.
Skulu vit gera okkum vónir um at selja føroyskan fisk á teimum marknaðum, sum geva besta prísin, er fyritreytin, at fiskurin verður góðkendur sum burðardygt veiddur. Málið er, at øll fiskivinnan fær altjóða góðkenning sum burðardygg í hesum samgonguskeiði. Skal hetta røkkast, mugu vit nýskipa fiskivinnupolitikkin, umframt at samspælið millum vinnuna og fiskifrøðina má gerast betri.
Harra formaður
Høvuðstrupulleikin er, at flotin er ov stórur, og tillagingin av veiðiorkuni gongur ov seint. Landsstýrið er tí farið at kanna møguleikan at seta eina skipan við loyvisgjaldi á stovn, ið verður oyramerkt í ein bygnaðargrunn, sum kann skunda undir at tillaga flotan.
Landsstýrið er somuleiðis farið undir at endurskoða fiskivinnulóggávuna við atliti at brúksskyldu av fiskirættindum, umsetiligheit og møguleikunum hjá útlendingum at gera íløgur í føroysku fiskivinnuna. Arbeiðið verður liðugt á ólavsøku 2010.
Næsta ár hava Føroyar formansskapin í fiskivinnusamstarvinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Tá er ætlanin at skipa fyri eini altjóða havráðstevnu í Føroyum fyri at styrkja politiska samstarvið tvørtur um Norðuratlantshavið.
Landsstýrið fer í samstarvi við onnur norðurlond at greina viðurskifti viðvíkjandi umsiting av rættindum til tilfeingið. Arbeiðið verður gjørt við atliti at ætlaðu broytingunum í fiskivinnupolitikkinum í ES, tilgongdini við nýggjum fiskivinnupolitikki í Íslandi og tí veruleika, at fiskiloyvini hjá okkum skulu endurnýggjast eftir 2018.
Tilfarið frá hesum arbeiði verður partur av grundarlagnum undir viðgerðini av eini skipan eftir 2018.
***
Harra formaður
Strembanin eftir eini felags framtíð og trúgvin á felags mál knýtir fólk saman, skapar tjóðir og byggir land.
Tá ið forfedrar okkara settu búgv her, vóru teir farnir at leita eftir einum plássi at smíða sær eydnuna góða og vónaðu, at nýggja landið kundi hýsa komandi ættarliðum. Við hørðum stríði gjørdist teirra dreymur veruleiki.
Søgan sigur okkum, at viðhvørt stóð illa til í Føroyum. Tey bakkøst, ið komu, um tey so vóru sóttir, hungur ella húsagangir, raktu meint. Tað kundi gingið nógv verri, enn tað gekk, men vit hóraðu undan, tí í okkum býr treysti og vilji til at yvirliva.
Í dagliga politiska arbeiðinum eru vit ósamd um, hvussu vit skulu skipa okkum í landinum, hvussu okkara tilknýti til heimin skal vera, og hvussu virðini skulu býtast okkara millum. Soleiðis er politikkur.
Men allatíðina kenni eg á mær, at undir øllum, sum vit gera og eru, býr savningarmegin í samfelagnum – kærleikin til landið og tilvitanin um stríðið.
Tá ið forfedrar okkara settu búgv her, vóru teir farnir at leita eftir einum plássi at smíða sær eydnuna góða og vónaðu, at nýggja landið kundi hýsa komandi ættarliðum. Við hørðum stríði gjørdist teirra dreymur veruleiki.
Søgan sigur okkum, at viðhvørt stóð illa til í Føroyum. Tey bakkøst, ið komu, um tey so vóru sóttir, hungur ella húsagangir, raktu meint. Tað kundi gingið nógv verri, enn tað gekk, men vit hóraðu undan, tí í okkum býr treysti og vilji til at yvirliva.
Í dagliga politiska arbeiðinum eru vit ósamd um, hvussu vit skulu skipa okkum í landinum, hvussu okkara tilknýti til heimin skal vera, og hvussu virðini skulu býtast okkara millum. Soleiðis er politikkur.
Men allatíðina kenni eg á mær, at undir øllum, sum vit gera og eru, býr savningarmegin í samfelagnum – kærleikin til landið og tilvitanin um stríðið.
Harra formaður
Vit hava avbjóðingar fyri framman, og avgerðir skulu takast, sum kanska ikki bara verða væl umtóktar. Men ongin skal ivast í, at málið er at gera Føroyar til eitt uppaftur betri land at búgva í hjá okkum øllum.
Serfrøðingar hava í seinastuni undrast á, at fólkatalið í Føroyum veksur júst í hesum døgum. Men eg undrist ikki.
Vit hava avbjóðingar fyri framman, og avgerðir skulu takast, sum kanska ikki bara verða væl umtóktar. Men ongin skal ivast í, at málið er at gera Føroyar til eitt uppaftur betri land at búgva í hjá okkum øllum.
Serfrøðingar hava í seinastuni undrast á, at fólkatalið í Føroyum veksur júst í hesum døgum. Men eg undrist ikki.
Nógvir kunnu tvídráttirnir vera okkara millum, og fíggjarlig nos fara altíð at koma, men ein er høvuðsgrundin til, at fólk vil búgva í Føroyum - kenslan í okkara hjørtum. Kenslan fyri júst hesum plássi av øllum plássum í heiminum.
Føroyar eru okkara land, okkara heim og okkara avbjóðing.
Við hesum ynski eg tykkum øllum Guds signing, góða tingsetu og góða ólavsøku.