Í vár varð ein verkætlanarbólkur settur at gera eina 5-ára ætlan fyri at talgilda almennar tænastur. Verkætlanin hevur heitið: Talgildu Føroyar. Hósdagin 25. juni kl. 9 verður ein ávegis strategi løgd fram. Framløgan verður í Norðurlandahúsinum.
Skrá:
Vælkomin - Malan Johansen, orðstýrari
Um talgilding í Føroyum higartil, tørvin á eini strategi og Talgildu Føroyar – Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni.
Talgilding og e-governance í einum altjóða høpi – Morten Meyerhoff, altjóða serfrøðingur innan talgilding.
Hví Talgildu Føroyar? – samrøða við Johan Dahl, vinnumálaráðharra, Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra og Johan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.
Framløga: Talgildar Tænastur – Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni.
Framløga: Grunddataskráir og KT arkitekturur – Ólavur Ellefsen, formaður í KT-felagnum.
Rættartrygd og talgilding – Jóanna Djurhuus, løgfrøðiligur ráðgevi í Vinnumálaráðnum.
Steðgur
Framløga: Talgildur Samleiki - Ann Damgaard, sjálvstøður KT-ráðgevi.
Spurningar frá áhoyranum.
Strategi 2016-20 og næstu stigini í Talgildu Føroyum – Nicolai M. Balle, leiðari KT-landsins.
Undir framløgunum koma umboð fyri áhugapartar, so sum MBF, Vinnuhúsið, peningastovnar og eldrafeløgini at koma við viðmerkingum og spurningum til verkætlanarbólkin.
Tiltakið endar kl. 12 og øll eru hjartaliga vælkomin.
Les meir um Talgildu Føroyar her.