12.03.2009 · Løgmansskrivstovan

Framtíð Føroya í Europa

Framtíð Føroya í Europa
Setanarrøða løgmans á ráðstevnuni "Framtíð Føroya í Europa", í Norðurlandahúsinum 12. mars 2009.

Vælkoma
Eg vil hervið bjóða øllum hjartaliga vælkomnum til hesa ráðstevnu. (En kort hilsen på skandinavisk). En særlig velkomst til vores gæster (Thorvald Stoltenberg, Torben Foss, Benadikt Jóhannesson og Poul Degnbøl). (Siden forsætter jeg på færøsk). Ráðstevnan viðger evnið ”Framtíð Føroya í Evropa”, sum er eitt sera aktuelt evni, eins og tað hevur verið í mong ár.

 

Stórar avbjóðingar eru fyri framman. Tí er tað okkara skylda, at vit taka tey evni upp, sum hava týdning og ávirkan á okkara felags framtíð. Evnið í dag er eitt av teimum, sum hava sera stóran týdning fyri okkum á fleiri samfelagsøkjum.
Okkara støða mótvegis heiminum, og ikki minst Evropa, er vital fyri okkum, talan er um ein heimspart, sum hevur góðar 700 mió. íbúgvar, harav uml. 500 mió. av teimum eru í ES.
 

 

Hvør er avbjóðingin?
Vit vilja hava tættari samstarv við Evropa, har vit eisini fáa betri atgongd til evropeiska marknaðin. Vit kunnu við hesum fáa meira fyri okkara vørur og tænastur og harvið fáa skapt arbeiðspláss, ið eru uppaftur meira virðisøkjandi. Hetta hevur við sær, at vit fáa størri búskaparligan vøkstur, ið er ein fyritreyt fyri at tryggja okkara vælferð og hækka okkara livistøði.
Okkara viðurskifti við ES mugu betrast. Vit – Føroya fólk – hava eina felags avbjóðing.
 

Fyri ella ímóti
Tað verður ofta spurt, um ein er fyri ella ímóti alheimsgerðini. Soleiðis kann ikki verða tikið til, tí alheimsgerðin hevur bæði fyrimunir og vansar. Tað ber ikki til bara at taka fyrimunirnar og lata vansarnar liggja eftir. Soleiðis er eisini við Evropa. Vit kunnu ikki vera fyri ella ímóti Evropa. Vit eru partur av Evropa. Tað, sum vit kunnu meta og kjakast um er, hvussu tætt vit ynskja ella eiga at samstarva við Evropa. Fyri at kunna taka støðu, so mugu vit vita og ikki gita, hvat vit kunnu fáa burturúr við at taka meira ella minni lut í samstarvinum við Evropa. Tað er millum annað tað, vit skulu ogna okkum vitan um í dag.

 

Røtt avgerð grundað á hollastu vitan
Støðan í dag er óvanlig orsakað av fíggjarkreppuni, og vónandi er fíggjarstøðan batnað munandi um 1-2 ár. Á Globaliseringsforuminum í Íslandi herfyri vísti Kenneth S. Rogoff, professari í búskapi á Harvard University á, at ikki minni enn 18 fíggjarkreppur hava verið síðani seinna heimsbardaga í menningarlondunum. Royndir frá hesum fíggjarkreppum vísa, at tað tekur bert umleið 2 ár til støðan batnar aftur.

 

Mann kann siga sum Waylon Jennings syngur í sínum kenda lagi ”Storms Never Last”. Men tað hevur sjálvandi stóran týdning, at vit taka tær røttu avgerðirnar, tí fíggjarkreppur vara stutt søguliga sæð, meðan okkara støða til Evropa røkkur langt fram í tíðina. Tí mugu okkara avgerðir verða grundaðar á holla vitan.

 

Evropa og ES í føroyskum politikki
Evropa, og serliga ES, hevur verið nógv umrøtt í Føroyum tey seinastu mongu árini. Men hetta hevur ikki verið á einum ynskiligum stigi. Hóast fleiri álit eru skrivað, so eru vit ikki komin longri. Summi eru fyri, og onnur eru ímóti. Flest øll munnu vera á einum máli um, at vit eiga at fáa lut í teimum 4 frælsunum (vørur, tænastur, kapitalur og arbeiðsmegi). Í samgonguskjalinum stendur m.a. hetta um Evropa:

Nýggjur Evropapolitikkur


Nýggjur Evropapolitikkur verður skipaður. Hann hevur til endamáls, at Føroyar og Evropa skulu nærkast í nýggjum og tøttum samstarvi.

Føroyar skulu taka lut í evropeiska samstarvinum um tey fýra frælsini – vørur, tænastur, kapital og arbeiðsmegi. Nýggi samstarvsleisturin skal eisini nøkta framtíðar tørv innan skúla og útbúgving, gransking, mentan, heilsufrøði, fólkaheilsu og annað. Føroyar skulu gerast partur av evropeiska flogferðslusáttmálanum.

 

Tað er ikki nóg mikið við teimum fýra frælsunum, tí tað eru so nógv onnur øki, sum hava týdning í dagsins samfelagi og ikki minst í tí samfelagi, sum vit ynskja at menna okkum til. Tí er eisini neyðugt at hava onnur øki við í framtíðar evropeiska samstarvinum, eitt nú útbúgving, gransking, mentan, heilsufrøði og flogferðslu. Hesi eru og verða eins týdningarmikil øki, sum tey 4 frælsini. Í dag verður eisini tosað um tað 5. frælsið – nevniliga ta fríu flytanina av vitan – har hugskot, lesandi, lærarar og granskarar frítt kunnu flyta seg um landamørk, og sum stuðlar undir fría atgongd til vitan. Tað er hetta, vit hugsaðu um, tá ið vit orðaðu samgonguskjalið.
 

Á nøkrum økjum er komið væl áleiðis, t.d. verður granskingaravtalan (FP7 – ”The Seventh Framework Programme for research and technological development”) við ES væntandi avgreidd í ár (Føroyar er annars einasta landið – frá Íslandi í norðri til Ísrael í suðri, sum ikki hevur avtalu við ES um gransking) og flogferðslusáttmálin (ECAA – ”European Common Aviation Area”) er ávegis. Fleiri samfelagsøki kenna ikki landamørk, eitt nú útbúgving og gransking.
Tað ber snøgt sag ikki til, at vit avbyrgja okkum og ikki fáa nóg stóran lut í teirri menning, sum fer fram á hesum týdningarmikla øki. Tað er m.a. her lunnar verða lagdir undir okkara framtíð og vælferð. Vit kundu eisini sagt, at okkara framtíð stendur og fellur við, í hvønn mun vit megna at fáa lut í hesum økjum.


Onnur týðandi øki eru, sum vit kunnu gerast partur av. Eitt nú mentanarsamstarv, herundir samstarv um upphavsrætt, har t.d. rættindi til tónleikin verða betri tryggjað. Skattaavtalur við onnur lond er eisini eitt øki, sum vit kundu fingið í rættlag í einum tættari samstarvi við Evropa. Sama ger seg galdandi á tryggingar- og eftirlønarøkinum.
 

Tað hevur skund at fáa okkara viðurskifti við Evropa avklárað, so okkara samfelagsliga menning ikki skal líða undir, at vit ikki taka eina skilagóða politiska støðu til hetta so átrokandi og týdningarmikla mál.
 

Hóast stóra fólkatalið í Evropa er tað einans minni enn 10% av heimsins íbúgvarum. Men vit mugu hava í huga, at Evropa er ein lutfalsliga framkomin heimspartur, sum hevur stóran eftirspurning eftir okkara vørum, hevur lutfalsliga stóra keypiorku og er væl fyri, tá ið tað snýr seg um útbúgving, gransking, mentan o.a.
 

Týdning av at hava vitan
Fyrr í vikuni frættu vit um eina íslendska kanning, ið vísti, at góð 64 prosent av íslendingum halda, at Ísland skal fara undir veruligar samráðingar um at fara upp í ES. Íslendingar eru tó meira sinnaðir at kanna møguleikan enn at fara uppí felagsskapin.

Kanningin vísir eisini, at 45 prosent av teimum spurdu eru ímóti beinleiðis limaskapi. Við øðrum orðum vilja fleiri kanna samráðingarmøguleikan enn at fara beinleiðis upp í Evropasamveldið. Hetta sigur nokk so nógv. M.a. kann tað tulkast sum, at íslendska fólkið vil hava at vita meira nágreiniliga, hvat ein íslendskur limaskapur í ES hevur við sær. Hetta tí fólkið sær møguleikar, men ókunnleikin um, hvat tað inniber ger, at stórur partur av teimum, sum vilja kanna møguleikarnar fyri limaskapi eru ímóti, so leingi tey ikki vita, hvat tað er, sum stendur teimum í boði.

 

Eg ivist onga løtu í, at somu viðurskifti gera seg galdandi her hjá okkum. Eg haldi at tað er okkara skylda sum politikarar at taka stig til at kanna og greina nærri – á einum fakligum og sakligum stigi – hvat eitt slíkt tilknýti inniber. Ikki fyrr enn eitt slíkt arbeiði er fingið frá hondini, ber til at meta um, hvørjir fyrimunir og vansar eru í einum slíkum tættari tilknýti til Evropa.
 

Tey 5 frælsini
Fyri meg er tað ikki avgerandi, hvat barnið skal eita, tá ið tað snýr seg um okkara tilknýtið til Evropa. Tað sum ræður um hjá okkum er, at vit ikki bert fáa tey 4 frælsini, men so sanniliga eisini tað 5. frælsið við (sum er ta fríu flytanina av vitan) og onnur týdningarmikil øki, sum hava týdning fyri okkara samfelag, bæði í dag og í framtíðini. Tað hava vit lagt upp fyri í okkara samgonguskjali. Vit hava dvølt nóg leingi á hesum máli. Eg havi góðar vónir um, at okkara viðurskifti við Evropa koma rætta fetið á leiðini í hesum samgongutíðarskeiði.

 

Tíðin er væl og virðiliga búgvin til, at vit blíva partur av teirri menning, sum fer fram í Evropa.
Sum politikarar hava vit skyldu til at tryggja, at henda tilgongd er fólkaræðislig, t.v.s. at fólkið fær neyðuga vitan, bæði um fyrimunir og vansar, so at tey vera enn betri før fyri at taka lut í avgerðini. Hesum vil eg virka fyri.
 

Takk til stigtakaran og fyrilestrarhaldararnar
Eg gleði meg at hoyra fyrilestrarhaldararnar røða um ymisk viðurskifti viðvíkjandi Føroyum/Norðurlondum og ES. Eg vil eisini nýta høvi til at takka Óla Samró fyri, at hann hevur tikið stig til hesa ráðstevnu. (Og nu vil jeg igen kort vende tilbage til skandinavisk). Og til sidst vil jeg benytte lejligheden til, at takke foredragsholdere for, at I har indvilliget i at deltage i denne konference, hvor I vil dele jeres store viden og erfaringer på dette område med os.

 

Enn ein steinur til varðan um ”vitan um Evropa” verður við hesari ráðstevnu laðaður. Ráðstevnan ”Framtíð Føroya í Evropa” er við hesum sett.
(Við einum slíkum høvi, sum hesum, kemur mær í hug heimskenda lagið hjá svenska tónleikabólkinum ”Europe”: ”The Final Countdown” ……..)
 

Takk fyri.