Nú nærkast freistin til, at sendistovurnar og føroysku stjórnarráðini at seta starvslesandi til fyrru hálvu í 2015.
Í hesum umfari vænta vit, at allar sendistovurnar seta starvslesandi.
Nýggja sendistovan í Moskva, ið letur upp í næstum, fer væntandi at seta starvslesandi fyri fyrstu ferð á heysti 2015.
Freistin at søkja er mánadagin 7. oktober 2014 á middegi. Vinaliga sendið til info(at)tinganes.fo
At vera starvslesandi gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ella landsfyrisitingina ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.
Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.
• Les meira um at gerast starvslesandi í Uttanríkistænastuni her
• Les meira um at gerast starvslesandi í landsfyrisitingini her
Til starvslestur í landsfyrisitingini er vanligt, at umsøkjarar fylla út eitt umsóknarblað. Vit hava nú roynt hesa skipan í nøkur ár.
Vit kundu hugsa okkum at fingið eitt sindur meiri at vita um umsøkjararnar og teirra førleikar enn tað, ið ofta sæst á umsóknarblaðnum.
Tí mæla vit til at umsøkjarar skriva eitt sindur um seg á umsóknarblaðnum ella senda eina “motiveraða umsókn” og lívsrensl sum ískoyti.