22.03.2016 · Løgmansskrivstovan

Freistin nærkast at gerast starvslesandi

Freistin nærkast at gerast starvslesandi

Nú nærkast freistin til, at sendistovurnar og føroysku stjórnarráðini seta starvslesandi til seinnu hálvu í 2016.

Freistin at søkja er mánadagin 4. apríl 2016 á middegi. Vinaliga sendið til info(at)tinganes.fo

At vera starvslesandi gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ella landsfyrisitingina ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.

Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.

• Les meira um at gerast starvslesandi í føroysku sendistovunum her 

• Les meira um at gerast starvslesandi í landsfyrisitingini her

Til starvslestur í landsfyrisitingini er vanligt, at umsøkjarar fylla út eitt umsóknarblað. Vit hava nú roynt hesa skipan í nøkur ár.

Vit kundu hugsa okkum at fingið eitt sindur meiri at vita um umsøkjararnar og teirra førleikar enn tað, ið ofta sæst á umsóknarblaðnum.

Tí mæla vit til at umsøkjarar skriva eitt sindur um seg á umsóknarblaðnum ella senda eina “motiveraða umsókn” og lívsrensl sum ískoyti.