29.10.2012 · Løgmansskrivstovan

Fyrilestur um avbjóðingar og møguleikar hjá smátjóðum í arktiskum høpi

Fyrilestur um avbjóðingar og møguleikar hjá smátjóðum í arktiskum høpi

Føroya landsstýri hevur sett sær sum mál at gera eina ætlan fyri, hvussu Føroyar best gagnnýta fyrimunirnar av broytingunum, sum henda í arktiska økinum, og hvussu vit verja okkum móti árinunum, sum standast av nýggjum farleiðum í økinum.
 

Uttanríkistænastan bjóðar í hesum sambandi til fyrilestur við Alyson J. K. Bailes týsdagin 30. oktober kl. 10 – 12 á Løgmansskrivstovuni.
 

Alyson J. K. Bailes fer at røða um avbjóðingar og møguleikar hjá smátjóðum í arktiskum høpi. Hon kemur somuleiðis inn á týdningin av millumlanda samstarvi og felagsskapum, til dømis Arktiska ráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum.
 

Alyson J.K. Bailes er gestaprofessari á Háskúla Íslands og undirvísir í trygdarpolitikki. Hon hevur drúgvar royndir innan akademiska heimin og somuleiðis bretsku uttanríkistænastuna, har hon hevur arbeitt við vápnaeftirliti, trygdarpolitikki og verjumálum. Í 1987 til 1990 var hon sendikvinna í Beijing, har hon var virkin í samráðingunum viðvíkjandi Hong Kong. Í 1994 til 1996 var hon stjóri á deildini fyri trygdarpolitikki í bretsku uttanríkistænastuni og frá 1997 til 2000 var hon politiskur stjóri í Western European Union, ein evropeiskur trygdarstovnur í Brússel. Aftaná hetta var hon sendikvinna í Finnlandi, til hon í 2002 tók við sum stjóri á Stockholm International Peace Research Institute (SIPRI), har hon var til í 2007.
 

Tiltakið er alment, men tilmelding er neyðug vegna avmarkað pláss. Til ber at boða frá luttøku umvegis teldupost sue@tinganes.fo ella við at ringja á 306025.