Á landsstýrisfundi mánadagin fer landsstýrið at viðgera fíggjarkarmar fyri komandi ár og reformar innan kommunur, skúlaøkið, almanna- og heilsuverkið og fiskivinnuna. Landsstýrisfólkini skulu greiða frá hvørjar ítøkiligar rationaliseringar kunnu fremjast innan hesi øki í inniverandi ári, og hvat hesar rationaliseringar kunnu geva í sparingum og merkja fyri tænastustøðið. Landsstýrisfólkini skulu somuleiðis koma við boðum uppá hvørjir stovnar við fyrimuni kunnu leggjast saman innan teirra málsøki, og hvussu størri og sterkari fyrisitingarligar eindir kunnu skipast kring landið.
Landsstýrisfólkini skulu leggja hesar metingar fyri fíggjarnevndina, og at tær skulu verða partur av viðgerðini av fíggjarkarmunum fyri komandi fimm árini.
Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen sigur: ”Skulu vit fremja størri sparingar skulu ætlaðu reformarnir hjá samgonguni setast í verk. Tað er ábyrgdarleyst at halda á fram at klípa og skarva av játtanum við ‘plenuklipparanum’. Og tað er skilaleyst um tað almenna í hesum døgum fer at fremja hópuppsagnir, sum knúsa vælferðartænastur, og senda sjokkbylgjur gjøgnum alt samfelagið. Skulu vit megna at fremja sparingar, sum eru forsvarligar, mugu vit fara skynsamt og miðvíst til verka. Men skal hetta eydnast má samgongan vísa størri vilja í verki at fremja reformar, sum hava ligið á láni í áravís. Tað er óseriøst av okkum at tosa um sparingar uttan at verða ítøkilig. Allir flokkar hava víst á, at ‘plenuklipparin’ ikki er tað rætta, og ferð má koma á arbeiði við bygnaðarligu broytingunum. Hetta er boðskapurin, sum allir floksformenn og øll framsøgufólk slóðu fast við sjeytumma seymi í tinginum í gjár.”