Sum nakað nýtt er Lógartænastan farin undir at framleiða og geva út løgrit um ymsar lóggávur ella løgfrøðilig viðurskifti. Nú er fyrsta løgritið tøkt, har tikið verður saman um ta lóggávu, sum er sett í gildi í samband við COVID-19.
Ætlanin við løgritunum er at lýsa ymisk løgfrøðilig evni á føroyskum máli og úr einum føroyskum sjónarhorni. Tað kann vera ein lýsing av ávísum løgfrøðiligum evni ella fyribrigdi, t.d. um kreppulóggávu, um gongd í haga ella annað evni, sum eitt embætisfólk heldur er áhugavert at lýsa og kunna onnur um. Kanska er eisini okkurt serføroyskt fyribrigdi, sum hevði verið áhugavert at skriva um.
Tað er Lógartænastan, sum gevur út løgritini, men øll embætisfólk í stjórnarráðunum og stovnum teirra, sum hava serligan kunnleika innan ávist fakøki ella til eitt ávíst fakligt evni, kunnu skriva løgrit.
“Vónin er, at løgritini við tíðini fara at vera við til at lýsa føroyska lóggávu og fyrisiting,” sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á Lógartænastuni.
COVID-19: Ein løgfrøðilig støðumynd
Á Grækarismessu boðaði løgmaður frá, at Føroyar fóru niður í ferð í eini roynd at basa smittubreiðsluni av COVID-19 í Føroyum. Longu seks dagar seinni vórðu fyrstu COVID-19-lógirnar samtyktar. Tað fyrsta løgritið tekur samanum og gevur eina støðumynd av teimum kreppulógum, sum av løgtingum vórðu samtyktar frá 18. mars til 7. apríl.
Endamálið við hesum COVID-19-løgriti er at gera eina løgfrøðiliga støðumynd, eftir at løgtingið hevur samtykt í alt 11 kreppulógir. Harumframt lýsir løgritið tær løgfrøðiligu avbjóðingarnar, sum hava stungið seg upp av kreppulóggávuni.
Les løgritið her: Løgfrøðilig støðumynd av COVID-19 kreppulógunum, sum eru settar í gildi í tíðarskeiðnum 18. mars 2020 til 7. apríl 2020
Umframt løgritið, so hevur Lógartænastan eisini savnað alla lóggávu, sum er sett í gildi í samband við COVID-19 á einum stað. Trýst her.