Í samband við fyrireikingarnar til ST-veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember í ár, sonevnda COP15 ráðstevnan, hevur landsstýrið heitt á andstøðuna um at luttaka í fyrireikandi arbeiðinum.
Skipaður er ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum politisku flokkunum. Tey sum manna bólkin eru: Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Alfred Olsen, Sambandsflokkurin, John Johannesen, Javnaðarflokkurin, Anfinn Kallsberg, Fólkaflokkurin, Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin og Bill Justinussen, Miðflokkurin.
Í hesum sambandi var fundur í dag millum umboð fyri landsstýrið og fylgibólkin, har m.a. kunning og kjak var á skránni.
Málið hjá landsstýrinum er, at koma fram til ein niðurskurð í útlátinum av veðurlagsgassum (CO2), sum er hóskandi fyri føroyska samfelagið, men har vit samstundis binda okkum til at taka ábyrgd av globalu trupulleikanum á hesum øki.
Landsstýrið viðgerð í løtuni frágreiðingina “Skjótt syftir seiðir og tunga takið”, ið lýsir uppskot til virkisætlan og tiltøk at minka um føroyska CO2-útlátið. 2. apríl skulu landsstýrisfólkini koma við einari greining av, hvørji tiltøk kunnu setast í verk innan teirra málsøki.
Meira fæst at vita við at venda sær til Petur Petersen, ráðgeva, á tlf. 35 10 45.