Stendur tað til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, skal geopolitikkur fylla væl meira í arbeiðinum hjá Útnorðurráðnum komandi árini. Stóra náttúruríkidømið í Norðuratlantshavi og nýggjar siglingarleiðir hava við sær, at strategiski týdningurin í økinum og sterku politisku og búskaparligu áhugamálini veksa í hvørjum. Eitt sterkt samstarv í útnorði millum Føroyar, Ísland og Grønland er rætta gøtan at ganga.
- Tað er eyðsæð, at við at samstarva standa Føroyar, Ísland og Grønland rættiliga nógv sterkari saman móti sterku geopolitisku áhugamálunum hjá heimsins stóru londum í okkara øki. Tí er neyðugt at raðfesta útnorðursamstarvið hægri. Vit eiga at arbeiða fyri einari nógv neyvari geopolitiskari strategi við Útnorðurráðið, serstakliga í norðurlendskum- og arktiskum høpi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Løgmaður stendur ikki einsamallur við hesum ynskinum. Hann hitti um vikuskiftið íslendska uttanríkisráðharran Gunnar Bragi Sveinsson, grønlendska landsstýrisformannin Aleqa Hammond og formannin fyri Útnorðurráðið Unnur Brá Konráðsdóttir, ið øll vóru á einum máli um, at tað hevur sera stóran geopolitiskan og ikki minst búskaparligan týdning fyri londini í útnorði at styrkja samstarvið munandi.
- Í næstum fari eg at ráðføra meg við føroysku umboðini í Útnorðurráðnum um, hvørji stig kunnu takast frá føroyskari síðu fyri at styrkja um útnorðursamstarvið, sigur løgmaður