21.08.2014 · Løgmansskrivstovan

Gerðarrættarmálini eru steðgað

Gerðarrættarmálini eru steðgað

Fyrrapartin hava Føroyar og ES formliga steðgað altjóða gerðarrættarmálunum, sum Føroyar settu í verk í sambandi við handilstiltøkini hjá ES mótvegis Føroyum.
 

Bræv er í morgun sent gerðarrættinum, ið varð stovnaður við støði í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða.

Í brævinum verður gjørt greitt , at partarnir hava loyst trætuna, og tí er ikki grundarlag fyri at halda fram við gerðarrættarmálinum.

Sama fráboðan er somuleiðis send til gerðarrættar skipanina hjá heimshandils felagsskapinum WTO.
 

-Avgerðin hjá Landsstýrinum at seta í gongd tvey altjóða gerðarrættarmál, fyrstu av sínum slagi, hava víst seg at havt avgerandi leiklut í málinum.

Vit fegnast um, at tað loksins eydnaðist loksins at finna eina semju í málinum.

Nú eru sambondini millum Føroyar og ES aftur í rættari legu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður
 

Handilssáttmálin millum Føroyar og ES er frá 1996. Nú viðurskiftini millum Føroyar og ES aftur eru í rættlag, skal ferð setast á arbeiðið at gera ein nýggjan fríhandilssáttmála við ES.
 

- Ósemjan um sildina og makrelin hevur órógvað tilgongdina við nýggja evropapolitikkinum. Okkara greiða mál er nú at fáa ein betri fríhandilssáttmála við ES, sigur løgmaður.

Mynd: Dr Bjørn Kunoy og Dr Esa Paasivirta, sendinevndar leiðarar fyri ávikavist Føroyar og ES í gerðarrættarmálinum og Andre Bouquet, næst-formadur hjá ES sendinevndini. Myndin er tikin í Brússel í morgun, tá ið felags áheitanin varð send til gerðarrættin.