Grundarlagið fyri at røkja og verja føroysk áhugamál í trygdar- og verjumálum er styrkt.
Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum í gjár var á vitjan á høvuðssætinum hjá NATO í Brússel.
Mynd: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jens Stoltenberg, aðalskrivari.
Endamálið við vitjani hjá løgmanni var at fáa kunning og innlit í trygdar- og verjumál í einum breiðum høpi.
“Vit fingu undirbygt fatanina av, at strategiska støðan hjá Føroyum í Norðuratlantshavi er sera týdningarmikil. Áhugin fyri okkara øki er nógv øktur, og hetta setur nýggj krøv. Eg vænti, at trygdar- og verjumál fara at fylla meira í føroyskum politikki frameftir, og ein týðandi liður í at fyrireika okkum til framtíðina, er at fáa neyðugu vitanina og innlitið til vega, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Á vitjan sínari hjá NATO fekk løgmaður høvið at hitta Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivara. Teir skiftu millum annað orð um framtíðar avbjóðingarnar hjá NATO og um trygdarpolitisku viðurskiftini um okkara leiðir.
Mynd: Løgmaður fekk á fundunum í NATO undirbygt fatanina av, at Føroyar í Norðuratlantshavi liggja strategiskt sera væl fyri.
Løgmaður var eisini á fundi við tveir varaaðalskrivarar, umframt NATO sendiharrarnar hjá USA, Kanada, Stórabretlandi, Noregi, Íslandi og Danmark.
Trygdar- og verjumál eru felagsmál, og ríkismyndugleikarnir formliga varða av. Nýggja samstarvsráðið, sum Danmark, Føroyar og Grønland hava sett á stovn, skal tryggja Føroyum størri innlit og ávirkan á okkara trygdar- og verjupolitisku viðurskifti.
NATO varð stovnað í 1949 og hevur í dag 30 limalond.
Myndir: NATO