Fyrrapartin setti løgmaður árligu Aliráðstevuna, sum Havbúnaðarfelagið skipar fyri í dag á Hotel Føroyum.
Løgmaður segði í røðu síni millum annað, at ein glógvandi virkishugur og eitt stórt framskygni eyðkennir føroysku alivinnuna í løtuni.
-Stóra framgongdin seinnu árini er óvanlig. Kortini setir alivinnan seg ikki upp aftur á fyri at njóta framd avrik. Tað tryggjar ongan framburð. Tí síggja vit, at alivinnan veruliga fyrireikar seg til framtíðina. Hon bjóðar framtíðini av. Fleiri stórar og spennandi íløgur verða gjørdar, sum tryggja, at føroysk alivinna framhaldandi verður partur av teimum bestu í heiminum. Vit síggja stórar íløgur verða gjørdar í nýggjar smoltstøðir, kryvji- og góðskingarvirki og nýggjar brunnbátar, vísti løgmaður á.
Løgmaður helt í røðu síni fyri, at føroysk alivinna eigur sín stóra lut í góðu búskapargongdini í Føroyum.
-Útflutningshagtølini lýsa gongdina í vinnuni væl. Í 2006 útflutti alivinna fyri 374 milliónir krónur. Í fjør, átta ár seinni, var útflutningurin slakar 3 milliardir krónur. Hetta úrslit er úr einum øðrum heimi. Alilaksur er nú okkara størsta einstaka útflutningsvøra – hvør skuldi trúð tí, tá alivinnan byrjaði spakuliga afturi í sjeyti- og áttatiárunum?, spurdi løgmaður.
Røðan hjá løgnanni kann lesast her