Løgmansskrivstovan   >   Faroese Edition   >   Kunning   >   Tíðindi   >   GLS 2010
22.10.2010 · Løgmansskrivstovan

GLS 2010

GLS 2010
Løgmaður setti ráðstevnuna Global Leadership Summit 2010, í Norðurlandshúsinum 22. oktober.

Góðu stevnuluttakarar, góðu leiðarar!

 

Tveir spennandi dagar standa fyri framman. Á skránni eru fjølbroyttir fyrilestrar, sum bjóða okkum leiðarum av.

 

Stórur tørvur er á at seta fokus á leiðslu og leiðslumenning. Tí leiðsla er fyritreyt fyri persónligari og samfelagsligari menning Tí fegnist eg um hetta tiltak, sum setur leiðslu í fokus.

Lat meg hugleiða eitt sindur um leiðslu og nakrar leiðsluavbjóðingar í okkara samfelag.

 

Hesin spurningur er viðkomandi, tí hann tvingar okkum at geva boð uppá, hvat leiðsla snýr seg um. Lat okkum vísa á nakrar leiðslufunktiónir, ið vit kenna væl.

 

At vera foreldur er ein leiðslufunktión. Í stuttum snýr tað sum um at menna og leiða okkara børn, so at vit fáa tað besta fram í teimum og skapa teimum góðar karmar fyri einari tryggari og eydnuríkari framtíð.

 

Lærarar eru leiðarar. Teirra uppgáva er at hjálpa næmingum at mennast og fáa góð úrslit.

 

Venjarar leiða. Teirra mál er at leiða sítt lið til sigur. Og í hesi tilgongd at eggja, bjóða av og menna, og so sjálvandi at gera greitt, hvønn leiklut tann einstaki leikarin hevur fyri at styrkja liðið.

 

Politikarar eru leiðarar. Vit skulu seta okkum mál saman, leiða onnur og tryggja, at okkara ætlanir verða framdar í verki.

 

Prestar og samkomuleiðarar eru hirðar og tænarar fólksins. Í tænastu síni eru teir fyrimyndir, veita umsorgan og leiða fólkið til signing fyri hin einstaka, familjuna og samfelagið. Hin góði hirðin er ein góður leiðari.                         

                           

Leiðsla er ávirkan. Tann góði leiðarin hevur positiva ávirkan á sítt umhvørvi og skapar úrslit saman við øðrum.

 

Leiðsla er at fáa tað besta fram í fólki, at seta mál, at síggja tørvir í samfelagnum og at nøkta hesar.

Leiðsla er at leiða fólk frá verandi støðu til eina framtíðarstøðu, fram ímóti eini visjón og førleiki at leiða víðari við at seta nýggj mál, tá ið visiónin er rokkin.

Leiðsla er at taka avgerðir og taka ábyrgd, vera fyrimynd og bróta slóð.

 

Vit ynskja øll eitt gott samfelag, men hetta kemur ikki av sær sjálvum. Tað góða samfelagið er m.a. skapt av góðum og framskygdum leiðarum á øllum stigum saman við góðum fólki. Vit hava tørv á góðum leiðarum. Hvussu kenna vit hesar aftur?

 

Eitt av høvuðseyðkennunum hjá einum góðum leiðara er erligheit og integritetur. Hetta merkir, at leiðarin ikki hevur eina fjalda dagsskrá, og at hansara leiðsla og virksemi tolir dagsins ljós. Hin góði leiðarin ræðist ikki sjálvrannsakan. Hann hevur í huga, at tá ið peikað verður við fingrinum ímóti øðrum, peika hinir fingrarnir ímóti honum sjálvum.

 

At biðja um fyrigeving og at fyrigeva er ein treyt fyri einum sunnum og persónliga ríkum lívi. Leiðarar eiga at hava dirvi at viðurkenna mistøk og biðja um fyrigeving, tá ið teir hava gjørt okkurt skeivt, og teir eiga eisini at fyrigeva.

 

Hetta kann vera trupult, men er rætta og einasta leiðin at ganga hjá tí góða leiðaranum.

 

Leiðarar geva øðrum íblástur og hava eitt “drive”. Við teirra eldhuga kemur framdrift, sum skapar úrslit. Teirra positivi hugburður motiverar onnur.    

 

Tann góði leiðarin hyggur eftir tí besta í fólkinum og virkar fyri at fáa tað besta fram í okkum. Hann gleðist um, at onnur mennast, eydnast og røkka settum málum.

 

Tann, sum ikki leiðir seg sjálvan, leiðir ongan. Tann góði leiðarin leiðir sítt egna lív, setir persónlig mál og arbeiðir málrættað ímóti teimum.             

 

Leiðarar møta nógvum avbjóðingum og eiga ikki at falla í fátt, tá ið stórar avbjóðingar eru. Hesar kunnu gerast møguleikar og vera við til at menna organisatióna.

 

Lat meg stutt nevna nakrar leiðsluavbjóðingar fyri kirkjur, samkomur og familjur.  

Hjá kirkjum og samkomum er tær størstu avbjóðingarnar at røkka út til fólkið, at gera gleðiboðskapin viðkomandi og at verða eitt enn størri positivt íkast til okkara samfelag.

 

Familjan er kjarnueindin í samfelagnum. Hava familjurnar tað gott, hevur samfelagið tað gott. Fyri foreldur er tað ein stór avbjóðing at skapa góðar og tryggar familjur, sum er karmur um menning av børnunum. Hetta er sanniliga ein leiðsluavbjóðing.

 

Eg havi fingið virðismiklar royndir og kann við takksemi hyggja aftur á ta barlast, sum aðrir leiðarar hava givið mær í lívinum, og sum eg seinni sum leiðari havi fingið ágóðan av. Hetta veri seg innan uppaling av mínum børnum, innan ítrótt og vinnulív, og ikki minst innan eitt komplekst og trupult, men spennandi øki, sum politisk leiðsla í veruleikanum er. Avrokningin er almenn og kontant. Hetta skulu vit politikarar tola og læra av. Hvussu oftan vilja vit politikarar ikki vera partur av tí góða politiska avrikinum, men eru vit til reiðar at leggja rygg til tað minni góða politiska avrikið!

 

Leiðin hjá okkum, sum sita við størri og minni ábyrgd, gevur okkum hópin av lærdómi, meðan vit ganga niðan á fjallið.

 

Í samband við mítt starv kann onkur møguliga halda, at eg eri komin upp á fjallatindin. So er ikki. Tann dagin eg haldi og byrji at uppføra meg, sum um eg eri á fjallatindinum, tá frysti eg fastur sum leiðari, men so leingi sum vit sum leiðarar eru førir fyri at lurta og læra av teimum, sum vit eru saman við, og so hvørt royndirnar gerast fleiri, koma vit longur upp eftir fjallasíðuni.

 

Men vit mugu ongantíð gloyma, at lívið er ov stutt til, at vit gerast so góðir leiðarar, at vit hava nokk í okkum sjálvum.

 

Eg standi framman fyri einum fjølbroyttum hópi. Bakgrundir og royndir okkara eru ymiskar. Tó hava vit øll eitt til felags. Vit eru her, tí vit vilja verða betri leiðarar. Á hesi stevnu fara vit at hoyra ymiskar fyrilestrar, sum hvør á sín hátt fer at víðka okkara perspektiv, kveikja og geva íblástur.

 

Eg ynski tykkum Guds signing við hesum tiltaki.

 

Við hesum orðum er ráðstevnan Global Leadership Summit 2010 sett.

 

Takk fyri!

 

Kaj Leo Holm Johannesen

løgmaður