18.09.2010 · Løgmansskrivstovan

Góði Bjarni Djurholm - vit mala ikki í ring!

Góði Bjarni Djurholm - vit mala ikki í ring!

Havi lisið grein hjá samgongufelagnum Bjarna Djurholm úr samstarvsflokkinum Fólkaflokkinum. Tá ið Bjarni tosar um stagnatión og hóttafall, vil eg fegin gera hesa viðmerkingar, tí veruleikin er, at tað gongur framá í føroyska búskapinum.

 
Inntøkurnar hjá landskassanum eru vaksnar við 4,8 prosentum fyrstu 6 mánaðirnar í ár sammett við í fjør. Arbeiðsloysið er komið niður á 5,5 %, og seinasta konjunkturkanningin vísir, at vinna og borgarar síggja bjartari upp á framtíðina. Nýggjastu búskaparligu metingarnar siga frá einum vøkstri í 2011 uppá 5 % í leypandi prísum. Ein vøkstur sum ógvuliga fá lond í Evropa kunnu vísa á í hesum tíðum.
 
Okkara høvuðsvinnur, fiskivinnan og alivinnan, hava ongantíð vunnið so nógvan pening sum nú, har árliga yvirskotið seinastu tvey árini hevur verið umleið 500 mió kr. av einum umsetningi uppá 4 mia kr. Hetta eru tøl, sum vit øll eiga at gleðast um. Hetta eru ikki tekin um stagnatión, men um eina konsolidering í høvuðsvinnuni, sum ongantíð fyrr.
Jú, sanniliga hevur samgongan megnað at ávirkað gongdina rætta vegin. Men vit eru sjálvsagt ikki komin á mál, og sum tú sjálvur sigur, mugu fleiri bygnaðarligar tillagingar fremjast bæði í almennu umsitingini og í vinnukarmunum, har ein nútímans fiskuvinnu- og tilfeingispolitikkur er ein hin størsta avbjóðingin.
Hetta eru alt tiltøk, ið eru neyðug fyri at fáa ein sterkari og støðugari búskap til frama fyri vælferðina hjá borgarunum.
 
Landsstýrið er í løtuni í holt við at leggja seinastu hond á fíggjarlógaruppskotið fyri 2011. Málið er at halda seg til ta einmæltu tingsamtyktina um bæði at tálma almennu útreiðslurnar og breiðka inntøkugrundarlagið, so at vit fáa javnvág millum inntøkur og útreiðslur í 2015.
 
So, góði Bjarni, landið er ikki á eggini til hóttafall. Men vit hava brúk fyri øllum góðum samstarvskreftum í samgonguni, um vit skulu náa øllum okkara málum.
 
Í tí høpinum vænti eg ikki, at tín lutur fer at liggja eftir. Tí eitt skal tú eiga Bjarni, tú ert av teimum mest loyalu mótvegis samgonguni í tinginum, og tað er tað, vit hava brúk fyri í komandi tíðum.
Við vón um framhaldandi gott samstarv.
 
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður