Løgmaður og norski forsætisráðharrin høvdu ein góðan og gevandi fund í Oslo í dag.
Bæði Føroyar og Noreg hava havt eitt søguliga sterkt samstarv við Russland, og júst Russland var ovast á breddanum, tá ið Bárður á Steig Nielsen og Jonas Gahr Støre hittust í almenna bústaðnum hjá norska forsætisráðharranum.
“Endamálið við fundinum var at fáa nærri at vita, hvørjar metingar norska stjórnin ger sær í mun til at samstarva við Russland. Eisini greiddi eg frá okkara støðu. Innlitið og vitanina taki eg nú við mær aftur til Føroya, har vit fara umrøða nærri, hvussu okkara samstarv við Russland skal skipast frameftir”, sigur Bárður á Steig Nielsen løgmaður.
Bæði Føroyar og Noreg fordøma hvassliga russisku innrásina í Ukraina. Báðir stjórnarleiðararnir halda, at tað er avgerandi at styrkja um samstarvið landanna millum í hesi sera álvarsomu tíð. Millum samstarvsøkini, ið vórðu havd á lofti vóru alivinna, fiskivinna, hjálandavinna, flogvinna og veitaravinna. Føroyar og Noreg eru eisini á einum máli um, at neyðugt er framhaldandi at tryggja burðardygt fiskiveiðusamstarv í Norðuratlantshavi.
Løgmaður nýtti eisini høvi til at bjóða norska forsætisráðharranum á almenna vitjan í Føroyum.