Grindapolitikkurin hjá landsstýrinum hevur seinastu vikuna verið í skotmála.
Afturvendandi atfinningarnar snúgva seg í høvuðsheitum um, at landsstýrið bara letur standa til. Situr á hondunum.
Sea Shepherd hevur skjótt verið í Føroyum í tríggjar mánaðir.
Skulu vit trúgva miðlunum, hevur herferðin hjá Sea Shepherd havt óbótaligan skaða á umdømi Føroya.
Veruleikin er kortini ein heilt annar.
Djóraverndarfelagsskapir hava borið ósannindi fram um okkum í skjótt 30 ár.
Tað tykjast tey flestu at hava gloymt í allari øsingini seinastu vikurnar.
Heldur enn glaðbeint at skifta kós, tí onkur fyrrverandi amerikanskur sjónleikari sigur sína hugsan í onkrum fjølmiðli, er neyðugt at hyggja at heildini og gongdini í málinum í fleiri ár.
Einstakar hendingar ella vitjanir broyta ikki yvirskipaðu kósina hjá landsstýrinum í grindamálinum.
Herferðin seinastu mánaðirnar kann tykjast ógvuslig, men hon stendur als ikki mát við ágangin, vit áður hava upplivað.
Tað er sera týdningarmikið at hava tað í geyma.
Útflutningsvinnan merkir lítið og einki til nakrar forðingar í dag.
Ferðafólkatalið hevur ongantíð verið hægri.
Ferðamannaskipini hava ongantíð verið fleiri.
Sostatt er ávirkanin hjá Sea Shepherd í løtuni rættiliga avmarkað.
Sjálvandi kann hetta broytast, men tað broytir ikki tann veruleika, at vit eiga at halda fram við at taka tað róligt.
Kunningar- og miðlaætlanin hjá landsstýrinum byggir á royndirnar á økinum seinastu 30 árini.
Enn sum áður verða tað ikki djóraverndarfelagsskapir, sum avgera, hvussu landsstýrið skipar seg.
Vit svara stútt og støðugt fyrispurningum við fakta um føroyskt grindadráp.
Hetta verður millum annað gjørt við teldupostum, beinleiðis samskifti við útlendskar miðlar, og við at vísa til heimasíðuna whaling.fo.
Vit hava seinastu mánaðirnar fylgt gjølla við, hvat rørir seg í altjóða miðlunum.
Vit hava eisini eitt neyvt samstarv við Visit Faroe Islands, sum serliga fylgir sosialu miðlunum.
Yvirskipaða myndin er, at tað í samlaða miðlalandslagnum higartil eru ikki nógvir seriøsir altjóða miðlar, ið hava víst herferðini í Føroyum stórvegis ans.
Í fyrstu atløgu verða ikki fleiri pengar settir av til at kunna um grindadráp. Men neyðugt verður at eftirmeta seinastu mánaðirnar.
Tá eigur støða at verða tikin til, hvussu vit skipa okkum frameftir, og hyggja nærri at hvussu vit áhaldandi tryggja munagóða kunning til umheimin um føroysk viðurskifti.