24.04.2009 · Løgmansskrivstovan

Grunnar og granskingarpolitikkur

Granskingargrunnurin skal styrkjast við meira peningi, og lóggávan skal lagast til nýggja granskingarpolitikkin.

 
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur í samráð við Vísindaráðið og avvarðandi aðalráð sett tveir skjótt arbeiðandi arbeiðsbólkar.
 
Annar skal koma við uppskoti um at játta pening úr ymsum grunnum í Granskingargrunnin.
 
Hin arbeiðsbólkurin skal koma við uppskoti um at broyta lógina um granskingar­grunnin, soleiðis at til ber at søkja meira breitt um stuðul til t.d. sektorgransking, og lógin skal verða lagað til og stuðla upp undir tann granskingarpolitikk, sum Vísindaráðið setir út í kortið.
                                                      
Løgmaður, ið er formaður í Vísindaráðnum, mælti á fyrsta fundi hjá ráðnum í november 2008 til at leggja munandi upp­hæddir í ein granskingar­- og vakstrargrunn, helst við at umskipa nakrar av verandi landskassagrunn­um, sum ikki eru so virknir.
 
Landsstýriskvinnan í mentamálum er næstfomaður í Vísindaráðnum, og er hennara leiklutur at sam­skipa arbeiðið og at tryggja, at samtyktir í Vísindaráðnum verða settar í verk.
 
Mentamálaráðið, Granskingarráðið, Fíggjarmálaráðið, Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið eru biðin um at tilnevna umboð í arbeiðsbólkarnar. Arbeiðsbólkarnir hittust fyrstu ferð í Mentamálaráðnum fríggjamorgunin 24. apríl 2009, har bæði landsstýriskvinnan og løgmaður vóru til staðar. Tey ynsktu bólkunum góðan byr, nú teir fara til verka. Arbeiðið skal verða liðugt á ólavsøku 2009.
 
 
Hesi manna arbeiðsbólkarnar:
Sigurð Ólason Vang, Heilsumálaráðið
Annika Sølvará, Granskingar­ráðið
Bjarni Wilhelm, Mentamálaráðið
Anna Kass, Mentamálaráðið
Jørgen Meitilberg, Mentamálaráðið
Mortan Simonsen, Fíggjarmálaráðið
Sørin Pram Sørensen, Vinnumálaráðið
Heri Joensen, Fiskimálaráðið  
Jákup Mørkøre, Fiskimálaráðið