11.04.2013 · Løgmansskrivstovan

Gunnar Holm-Jacobsen skal stjórna uttanríkistænastuna á Løgmansskrivstovuni

Gunnar Holm-Jacobsen skal stjórna uttanríkistænastuna á Løgmansskrivstovuni

Avgjørt er at seta Gunnar Holm-Jacobsen í fyribils starv sum deildarstjóri fyri Uttanríkistænastuna. Hann tekur við tann 1. mai, tá Herálvur Joensen fer í annað starv.


Gunnar Holm-Jacobsen er 48 ára gamal og er útbúgvin løgfrøðingur. Gunnar hevur drúgvar royndir í landsfyrisitingini. Hann byrjaði í Vinnumálaráðnum í 1998, og síðani hevur Gunnar arbeitt bæði í Uttanríkisráðnum og á Løgmansskrisvtouni. Frá 2008 til 2012 var Gunnar sendimaður Føroya í Brússel .