Fyrrapartin í dag 21. august vitjaði Hægstirættur úti í Tinganes, har tey hittu løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen.
Løgmaður greiddi frá politisku støðuni, síðani hann tók við sum løgmaður í 2008. Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni greiddi frá stjórnarligu viðurskiftunum í Føroyum og gongdini á økinum seinnu árini.
Hægstirættur er kunningarferð í Føroyum, og allir 19 dómarnir eru við í ferðalagnum. Hægstirættur skal mikudagin viðgera málið um meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi fyri bilar.
Hetta er fyrstu ferð í 350 ára søguni hjá Hægstarættið, at rætturin hevur rættarfund í Føroyum.