Handilstiltøk hjá ES verða sett úr gildi og gerðarrættarmálini verða steðgaði
Eftir ráðførslu við løgtingsins uttanlandsnevnd í gjár, hevur landsstýrið í dag tikið undir við, at semja verður gjørd við ES um at seta handilstiltøkini mótvegis Føroyum úr gildi og at steðga báðum gerðarrættarmálunum, ið Føroyar hava lagt ímóti ES.
Løgmaður sigur í hesum sambandi: “Handilstiltøkini hjá ES eru í stríð við altjóða lóg. Av hesi orsøk hava Føroyar lagt tvey gerðarrættarmál móti ES. Tað er eingin ivi um, at hesi rættarmál hava viðvirkað til, at ein semja nú er gjørd millum partarnar, um at fáa tiltøkini sett úr gildi, men gleðist eg um, at Føroyar og ES eru tilreiðar at leggja hetta stríðið aftur um seg. Føroyar og ES eru felags samstarvspartar á nógvum týdningarmiklum økjum, og vóni eg, at partarnir báðir framyvir fara at nýta høvi til at styrkja um samstarvið á mongum økjum, ikki minst á handilsøkinum.”
Føroyar hava í dag fráboðað øllum strandalondunum í samráðingunum um norðhavssildina, at føroyska veiðiloftið í 2014 verður 40.000 tons.
Talan er í hesum føri um eitt veiðiloft, ið er munandi minni enn í 2014, men framvegis góð 85 prosent hægri enn býtisluturin hjá Føroyum í seinastu strandalanda semju. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur í hesum sambandi: “Føroyar hava í ár formansskapin í strandalanda samráðingunum um felags umsiting av norðhavssild, og fara Føroyar at gera sítt ítarsta til, at semja verdur gjørd um eina felags umsitingarætlan um henda fiskastovnin, ið er sera virðismikil fyri Føroyar.”
Seinni í summar verður frágreiðing liðug hjá vísindabólkinum, ið kannar útbreiðsluna av norðhavssild. Jacob Vestergaard sigur víðari: “Frágreiðingin verður uttan iva eitt gott útgangsstøði í samráðingunum um at finna semju um eina umsitingarætlan, ið tryggjar øllum londum ein rættvísan part av norðhavssildini, og á tann hátt tryggja eina burdardygga umsiting av hesum týdningarmikla stovni.”
Fyri meira kunning setið tykkum í samband við Páll Nolsøe, kunningarráðgeva tlf: 551028.