Løgmaður hevur í dag loyst Hans Paula Strøm úr embæti sínum sum landsstýrismaður samsvarandi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya § 29, 1. stk.
Hans Pauli Strøm hevur heitt á løgmann um at loysa seg úr starvinum, sum landsstýrismann í heilsumálum.
Løgmaður tekur fyribils við ábyrgdini av teimum málsøkjum, ið Hans Pauli Strøm hevur sitið fyri sum landsstýrismaður.