![Heðin Mortensen nýggjur landsstýrismaður í samferðslumálum](https://landsstyri.cdn.fo/savn/11603/1.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=lrEwP7egHRwiAYr7vk6mK3Q1pLM)
Løgmaður hevur gjørt av at tilnevna Heðin Mortensen sum landsstýrismann í samferðslumálum.
Heðin Mortensen hevur drúgvar royndir bæði í lands- og býráðspolitikki.
Hann varð fyrstu valdur á Føroya løgting í 1998. Seinast í áttati- og fyrst í nítiárunum sat hann í fleiri umførum á tingi sum varalimur.
Heðin Mortensen hevur sitið í Tórshavnar býráð síðan 1973, og millum 2004 og 2016 var hann borgarstjóri í høvuðsstaðnum.
Nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum er 72 ár, hann er giftur Hjørdis Egholm Mortensen og tey eiga fýra børn.
Heðin Mortensen hevur sín fyrsta arbeiðsdag í morgin.