26.11.2010 · Løgmansskrivstovan

Heildarætlan at basa harðskapi móti kvinnum

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen fer í næstum at taka stig til eina heildarætlan fyri at basa harðskapi móti kvinnum. Landsstýrið fer at gera heildarætlanina, og ætlanin er, at andstøðan verður partur av arbeiðinum.
 

Endamálið við heildarætlanini er at tryggja, at átøk verða framd á øllum neyðugum økjum og at fáa allar viðkomandi myndugleikar við í arbeiðið. Í fyrstu syftu er ætlanin m.a. at kanna, hvørji tilboð um hjálp vænta til harðskapsraktar kvinnur og teirra familjur, og hvørji átøk kunnu fyribyrgja harðskapinum. Eisini er ætlanin at kanna, hvørt lóggávan eigur at broytast, so møguleiki verður fyri at herða tiltøkini móti monnunum fyri at verja kvinnurnar.
 

Í hesum sambandi sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen: “Tað er skakandi, at so nógvar kvinnur eru fyri harðskapi í okkara samfelag. Vit eiga at taka atfinningarnar frá javnstøðunevndini hjá ST til eftirtektar og taka tey neyðugu stigini. Í dag eru tilboð til harðskapsraktar kvinnur og teirra familjur, eitt nú gera Kvinnuhúsið og Barnabati eitt megnar arbeiði. Men okkum tørvar eina samskipaða ætlan, sum tryggjar, at átøk verða framd móti harðskapinum á øllum økjum.
Neyðugt er við upplýsing, og ein hugburðsbroyting má til í samfelagnum. Ein orsøk, at trupulleikin er so umfatandi, er helst, at harðskapur móti kvinnum er tabu, og nógvar kvinnur aftra seg tí við at leita sær hjálp og at melda mannin. Vit mugu ikki tiga harðskapin móti kvinnum burtur, tí so góðtaka vit óbeinleiðis trupulleikan. Vit eiga at upplýsa um harðskap móti kvinnum longu í barnaskúlanum, so børn okkaralæra , at harðskapur móti kvinnum als ikki kann góðtakast, og at tað ikki er skomm at leita sær hjálp, um mamman ella ein sjálvur er fyri harðskapi. Neyðugt er at veita børnunum í harðskapsraktum familjum hjálp, tí veksur eitt barn upp í einum heimi við harðskapi, fær tað álvarsligar avleiðingar seinni í lívinum. Og skulu vit steðga harðskapinum móti kvinnum, mugu vit fáa fatur í kjarnini í trupulleikanum og bjóða monnunum viðgerðartilboð.