23.10.2009 · Løgmansskrivstovan

Heildarætlan fyri Tinganes

Heildarætlan fyri Tinganes

Í 2008 var farið undir at orða eina heildarætlan við tí endamáli at fáa alt Tinganes umvælt og skipað í eini heild, so staðið kemur til sín fulla rætt sum fornminni, ið myndar Føroya søgu og tjóðarsamleika, samstundis sum tað verður nýtt til stjórnarfyrisiting. Tað fer eisini at hava við sær, at Tinganes í nógv størri mun kemur ferðavinnuni til góðar.
 
Fyrsta stigið er hetta álitið, ið er gjørt sambært arbeiðssetninginum í fylgiskjali I (sí álitið niðanfyri). Næsta stigið er at gera eina byggiskrá og tíðarætlan fyri alt arbeiðið umframt eina verklagslóg, ið skal tryggja, at arbeiðið kann gerast samanhangandi yvir eitt áramál. Síðan og samstundis verður arbeitt eftir ætlanini við Landsverki sum byggiharra.
 
Verkætlanin verður gjørd í samstarvi millum Løgmansskrivstovuna, Landsverk, Føroya Fornminnissavn og umboð fyri tey stjórnarráð, ið húsast í Tinganesi. Harumframt verða aðrir viðkomandi stovnar o.o. tiknir við í verkætlanina eftir tørvi. Her verður serliga hugsað um Ferðavinnudeildina hjá Uttanríkisráðnum, Tórshavnar Býráð og møguliga onnur, ið hava serligan áhuga í Tinganesi. Felagið Kontrast við Mayfinn Norðoy hevur ráðgivið og skrivað hetta álitið.
Mett verður, at samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina verður á leið 44. mió. kr. Ætlanin er at brúka 9 mió. kr. um árið í 5 ár.  
 
Hósdagin 22. oktobur handaði Kristian Rasmussen frá Landsverki Marjuni Hanusardóttir frá Løgmansskrivstovuni álit um heildarætlan fyri Tinganes.
 
Álitið kann lesast her.