Í dag luttekur løgmaður til almenna hoyring í Fólkatinginum um burðardyggu Heimsmálini hjá ST.
Tað eru Føroyanevndin, Grønlandsnevndin og arktiski arbeiðsbólkurin í Fólkatinginum, sum skipa fyri hoyringini, ið varpar ljós á Heimsmálini í einum norðuratlantiskum sjónarringi. Hoyringin verður stroymd beinleiðis á heimasíðu Fólkatingsins á leinkjuni her.
Til hoyringina greiddi løgmaður frá støðu landsstýrisins til Heimsmálini, hvørji stig landsstýrið hevur tikið fyri at røkka hesum málum, og hvørjar avbjóðingarnar eru fyri Føroyar.
Í framløgu síni, legði løgmaður dent á, at Heimsmálini eru so týdningarmikil, tí tey geva heiminum eina neyðuga felags kós. Stórar altjóða avbjóðingar, t.d. ójavni og veðurlagsbroytingar, eru hóttanir ímóti øllum heimsins londum, og tí mugu londini samstarva fyri at tryggja ein burðardyggan, mótstøðuføran og betri heim. Hóast Føroyar ikki eru umboðaðar í ST í egnum navni, sær landsstýrið tað sum sína skyldu, at Føroyar taka ábyrgd og gera sítt fyri at røkka málunum.
Løgmaður kunnaði um, at landsstýrið hevur týtt Heimsmálini til føroyskt og framleitt kunnandi tilfar um Heimsmálini. Ein støðumeting er gjørd, og næsta stig verður at gera eina hagfrøðiliga lýsing av støðu Føroya í mun til Heimsmálini.
Sum heild stendur væl til hjá Føroyum í mun til fleiri av teimum 17 Heimsmálunum. Tað eru tó øki, har Føroyar mugu taka stór tøk. Eitt nú, tá ið tað snýr seg um grøna orku og veðurlagsátøk.
Løgmaður segði móti endanum av framløgu síni, at: “Føroyar eru eitt av javnastu og tryggastu samfeløgum í heiminum. Men hesin veruleiki bindir. Tí vit hava allar fortreytir fyri áhaldandi at betra okkara samfelag og at røkka út um okkara egnu mørk at hjálpa øðrum.”
Øll framløga løgmans, á donskum, sæst her.
Ymiskt tilfar um Heimsmálini eru tøk her.