Mannarættindi eru næstakærleiki
Í dag eru 60 ár síðani heimsyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi varð undirskrivað.
Hendan yvirlýsing var slóðbrótandi, tí við henni staðfestu heimsins tjóðir, at øll menniskju hava rætt til frælsi og virðing.
Í 1948 hevði heimurin fyri kortum verið gjøgnum Annan heimsbardaga og nakrir av størstu ræðuleikunum í søguni hjá mannaættini. Men tó hevur heimurin síðani tá upplivað enn fleiri ræðuleikar, og nógvastaðni er veruleikin enn langt frá ásetingunum í mannarættindasáttmálanum.
Hesi 60 árini hevur heimurin merkt stóra framgongd, men tó eru órættvísi, mismunur og ójavni framvegis ein veruleiki í ov stórum pørtum av heiminum.
Fyri okkum eru rættartrygd og demokratisk val sjálvsøgd, men fyri onnur er hetta bert ein longsul. Og her í Føroyum hava vit grundlógartryggjað talufrælsi, meðan aðrastaðni verða fólk fongsla og pínd fyri at siga sína meining.
Seinastu árini hava stórir partar av heiminum merkt stóran búskaparligan vøkstur. Men í mongum londum verða búskaparlig framgong tikin framum mannarættindi.
Óttin fyri yvirgangi dominerar í altjóða politikki, men í stríðnum móti yvirgangi verða mannarættindi støðugt brotin.
Tí er umráðandi, at tráan eftir framburði og trygd ikki sleppa at skúgva mannarættindi til viks.
60 ára hátíðarhaldið fyri heimsyvirlýsingini eigur tí ikki einans at vera ein hátíðardagur, men somuleiðis ein áminning um at stríðið fyri mannarættindum als ikki er av.
Henda dagin vil eg nýta høvi at takka Amnesty International fyri tað megnar arbeiði, felagsskapurin fremur. Mannarættindi byggja á upplýsing og tilvitan. Um mannarættindi skulu verða partur av politisku dagsskránni, er neyðugt við kjaki, og at onkur rópar varskó, og hesa uppgávu hevur Amnesty røkt til fulnar.
Góðu miðskúlanæmingar,
Øll menniskju eru eins nógv verd og hava rætt til eina virðiliga viðferð og eitt virðiligt lív. Tí skal tað eisini vera mín áheitan á tykkum at vísa tolsemi móti tykkara medmenniskjum.
Tit eiga framtíðina, og øll tit skulu vera við at byggja okkara land. Tað er tí mín vón, at tit vilja taka hendan dagin til tykkum og læra av honum. At tit verða tilvitað um mannarættindi.
Tey rættindi, tit hava, eru ikki ein sjálvfylgja, men úrslit av arbeiði og stríði hjá ættarliðum undan tykkum.
Men um mannarættindi skulu ráða kring heimin, mugu tit gera tykkara part og taka ábyrgd fyri tí samfelag, tit liva í. Tit mugu krevja av tykkara politikarum, at mannarættindi verða tikin í álvara, og parturin hjá Føroyum ikki liggur eftir. Tí størsta hóttan móti mannarættindum er líkasæla.
Vit hava hug at halda, at ágangur og brot á mannarættindi er nakað sum fer fram úti í heimi. Men tit mugu gera tykkum greitt, at mannarættindi eisini verða brotin her í okkara samfelag. Her hugsi eg serstakliga um harðskap móti kvinnum og ágang móti børnum. Tí er tað týdningarmikið at tit eru tilvitað, siga frá og krevja at mannarættindi verða vird.
Tá vit ein dag sum hendan hoyra um ágangin, sum fer fram í okkara heimi, kann tað tykjast vónleyst. Men kærleiki, umsorgan og virðing eru sterkari enn bumbur og við mannarættindum kunnu vit sigra á ágangi. Tí mannarættindi eru næstakærleiki.
Eg vil at enda takka fyri, at eg fekk heiðurin at seta hetta tiltak, og mugu tit fáa ein góðan og læruríkan dag. Takk fyri!
Kaj Leo Johannesen
løgmaður