29.06.2021 · Løgmansskrivstovan

Hennara hátign Margretha drotning til Føroya: Úr Havn til Svínoyar

Hennara hátign Margretha drotning til Føroya: Úr Havn til Svínoyar

Hennara hátign Margretha drotning kemur til Føroya á almenna vitjan frá 14.juli til 19. juli.  Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

 

”Vit gleða okkum nógv til vitjanina. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margretha drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.  

Á ferðini vitjar Hennara hátign Margretha drotning í Havn, Klaksvík, Svínoy, Fuglafirði, Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum, Miðvági, Toftum og á Strondum.

Hennara hátign Margretha drotning fer av landinum aftur mánadagin 19.juli.

Mynd: Liselotte Sabroe