Vanligt er, at løgmaður er við til jólahald á Barnaheiminum. Aftur í ár løgdu dugnaligu starvsfólkini karmar um eina góða og hugnaliga løtu saman við børnunum.
Løgmaður takkar børnum og vaksnum fyri løtuna við ynskjum um eini góð og hugnalig jól.
Eg er altíð fegin um at fáa høvið at vera við til jólahaldið. Barnaheimið er heim hjá børnum, sum møta avbjóðingum tíðliga í lívinum. Tað er gott at møta børnunum og hugaligt at síggja, at tey hava tað gott. Tit starvsfólk hava rós uppiborið fyri, at tit árið runt geva ein part av tykkum sjálvum til børnini á Barnaheiminum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Visti tú, at...
Samanlagt 60 ársverk eru á samanlagt átta heimum í Havn og á Toftum. Í løtuni búgva 30 børn og ung í aldrinum 3 til 19 ár á Barnaheiminum.
Á myndini sæst løgmaður saman við starvsfólkum á Barnaheiminum umframt jólamonnum, sum vóru við til jólahaldið.