Svar uppá munnligan fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi politiska høvuðsmáli landsstýrisins
1. Hvat er politiska høvuðsmálið hjá landsstýrinum?
2. Hvussu gongur at røkka tí?
3. Er nakað politiskt mál, ið kann fáa landsstýrið at leggja frá sær - t.e. sum verður mett so týdningarmikið, at løgmaður er tilreiðar at leggja frá sær, um tað ikki verður framt?
Viðmerkingar:
Sóknast verður eftir, um løgmaður og landsstýrið hava nakað politisk høvuðsmál, sum mett verður at hava avgerandi týdning.
Svar:
1. Høvuðsmálið hjá landsstýrinum er at fremja tey mál, sum eru lýst í samgonguskjalinum. Av stórmálum úr rúgvuni kunnu nevnast: Pensjónsnýskipan, sjúkratrygd, bygging av ellisheimum, fiskivinnureformur, kommunureformur og ikki minst fíggjarætlanir íroknað langtíðarløguætlan (t.d. flogvallaútbyggingin, Skálafjarðartunnilin og skúladepilin við Marknagil).
2. Tað gongur væl at røkka málunum. Í hesum døgum havi eg fundir við landsstýrisfólkini hvørt sær. Á hesum fundum havi eg fingið enn størri innlit í, hvussu nógv verður arbeitt og avrikað innan tey ymisku málsøkini. Púra greitt er, at avrikini eru mong í tali. Í næstum verður ein avrikslisti almannakunngjørdur, sum nærri lýsir, hvørji mál eru nádd, og hvørji mál enn ikki eru nádd.
3. Eg fari ikki at hótta við at leggja frá mær, um ávís mál ikki verða nádd. Eg brúki orkuna til at leiða landsstýrisarbeiðið, so okkara mál verða nádd. Tað sum hevur størstan týdning fyri meg sum løgmaður er, at samfelagið framhaldandi er á rættari kós, so at vælferðin hjá borgarunum kann tryggjast, eisini í framtíðini.
Kaj Leo Holm Johannesen,
Tinganes tann 10. februar 2010