Í dag eru sjeyti ár síðan, at russiskir hermenn bjargaðu fleiri 1000 fangum úr týningarleguni Auschwitz-Birkenau í Póllandi. Í fleiri londum verður dagurin brúktur til at minnast Holocaust, tá ið seks milliónir jødar vórðu týndir, meðan onnur lond hava víðkað dagin til eisini at fevna um onnur fólkadráp.
-Fólkadrápið undir seinna heimsbardaga verður ongantíð gloymt. Holocaust er ein tann mest ræðandi og ótespiliga brotsgerðin framd í søguni. Hetta var ein sorgarleikur, ið vit ongantíð mugu gloyma, so komandi ættarlið kunnu læra av søguni. Tíverri síggja vit framvegis, at ótespilig fólkadráp verða framd. Vit mugu gjøgnum upplýsing ávara móti hugburði og atburði, sum kunnu føra til fólkadráp, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
1. november 2005 samtykti ST einmælt, við støði í Mannarættindasáttmálanum og Fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust og øll onnur fólkadráp, frammanundan og síðan. Í Føroyum verður vanliga skipað fyri minningarhaldi hendan dagin.