27.10.2010 · Løgmansskrivstovan

Hvør steinur í Eik-málinum verður vendur

Hvør steinur í Eik-málinum verður vendur

Kanningar eru í gongd av Eik-bankasamtakinum. Eftirlit við fíggjarstovnum er danskt málsøki, og tí hava danskir myndugleikar ábyrgdina av at kanna, hvat gekk galið í Eik-bankasamtakinum, soleiðis at greiða kann fáast á, hvat fór fram, og hvørt endurgjaldskrav kann reisast móti leiðsluni og nevndini í Eik. Hesar kanningar verða gjørdar av Finansiel Stabilitet, og hesa mannagongd hava føroyskir myndugleikar tikið undir við, tá ið Løgtingið samtykti bankapakkarnar.
 

Eftirlitið við vinnurekandi grunnum er føroyskt málsøki, og landstýrismaðurin í vinnumálum hevur tikið stig til at kanna, hvussu og hvørt Skráseting Føroya hevur røkt sína eftirlitsuppgávu mótvegis Eik-grunninum.
 

Tá ið hetta kanningararbeiði er liðugt, fær landsstýrið og Føroya fólk vónandi fult innlit í, hví Eik samtakið fór á húsagang, hvørt avvarðandi myndugleikar og partar hava røkt sínar skyldur, og um óreglusemi er farið fram.
 

Tá ið kanningararbeiðið er liðugt, og allir steinar vendir, fer landsstýrið at taka neyðug stig sambært galdandi lóggávu.
 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður