Eftir áheitan frá landsstýrinum, hevur Farsóttarnevndin í dag viðgjørt spurningin um brúk av koronapass innlendis í Føroyum. Tilmælið frá Farsóttarnevndini til landsstýrið er greitt: tað er ikki longur heilsufakligt grundarlag fyri at brúka koronapass innlendis í Føroyum.
Landsstýrið hevur tískil tikið avgerð um, at frá í dag av verða tilmælini broytt, soleiðis at mælt verður ikki longur til brúk av koronapassi. Koronapassið skal tó framvegis nýtast til ferðir uttanlands. Mælt verður nú til at í mesta lagið 100 fólk samlast.
Eftir áheitan frá landsstýrinum hevur Farsóttarnevndin eisini viðgjørt eina møguliga exit-strategi fyri koronahandfaringina. Farsóttarnevndin hevur upplýst, at enn er vitanin um Omkikron ov avmarkað, og tí ber ikki til at koma við einari nágreiniligari exit-strategi enn.
Harumframt hevur Farsóttarnevndin viðgjørt sóttarhaldsreglurnar. Væntandi kemur Farsóttarnevndin við kunning um tillagingar í sóttarhaldsreglunum seinni í vikuni.