Í kvøld koma forsætisráðharri Íslands, Jóhanna Sigurðardóttir og maki hennara, Jónína Leósdóttir við fylgi til Føroyar á almenna vitjan.
Týsmorgunin verður farið út í Koltur. Seinnapartin verður vitjað í Norðurlandahúsinum, á Listasavni Føroya og á Føroya Fornminnissavni. Týskvøldið er løgmaður vertur við einum døgurða í Kirkjubø.
Mikumorgunin hevur løgmaður bjóða Jóhonnu Sigurðardóttir til morgunmat í Tinganesi saman við landsstýrisfólkunum. Aftaná verður fundur millum løgmann og íslendska forsætisráðharran.
Kl. 11.00 verður tíðindafundur í Tinganesi.
Jóhanna Sigurðardóttir og fylgi fara av landinum seinnapartin mikudagin.
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 551028