07.05.2020 · Løgmansskrivstovan

Ítróttur er týdningarmikil fyri fólkaheilsuna

Ítróttur er týdningarmikil fyri fólkaheilsuna

Ítrótturin hevur sera stóran týdning fyri heilsuna hjá fólki, og ítróttur er ein savnandi megi í samfelagnum. Ítróttur er eisini miðvís venjing og kapping, og tað er týdningarmikið ikki at forða hesum meir enn hægst neyðugt.

Tað svarar løgmaður Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu hjá Tjóðveldi, sum í einum § 52a fyrispurningi hevur spurt um ítróttarkappingar.

“Sersambondini kunnu gera av, um tey annaðhvørt vilja byrja aftur ella ikki. Velja tey at byrja aftur, má tað vera í tøttum samstarvi við Coronaráðgevingina fyri at tryggja ein so góðan framferðarhátt, sum til ber í mun til smittuvandan, svarar løgmaður millum annað”

Svar løgmans kann lesast her.