14.06.2010 · Løgmansskrivstovan

Ja til nýggja stjórnarskipan innanfyri ríkisfelagsskapin

Eg taki fult undir við, at ein stjórnarskipan fyri Føroyar verður sett í gildi. Men eg má enn einaferð gera greitt, at ein komandi stjórnarskipan má virða støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum.

 
Tá ið grein 25 nevndin legði fram sítt uppskot til stjórnarskipan, kom eg til ta niðurstøðu, at ivamál vóru um, hvørt uppskotið samsvarar við heimastýrislógina og yvirtøkulógina. Ivamálini vóru grundaði á løgfrøðiliga meting frá ávikavist Løgtingsskrivstovuni og Løgmansskrivstovuni. Tískil kann verandi uppskot, um tað verður samtykt í verandi líki, merkja, at Føroyar fara burturúr ríkisfelagsskapinum.


Tí boðaði eg longu hin 14. apríl frá míni støðu í hesum máli.


Síðani havi eg tikið spurningin upp við danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen á ríkisfundinum herfyri, serliga nú danska Løgmálaráðið eisini hevur skrivað løgfrøðiligt upprit um málið. Á fundinum gjørdi forsætisráðharrin greitt, at danska stjórnin metir, at um uppskotið verður samtykt í verandi líki, er tað at meta sum, at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum.


Eg boðaði forsætisráðharranum frá, at dialogur er millum politisku flokkarnar í Føroyum um, hvussu vit koma víðari í málinum, og at vit venda aftur til donsku myndugleikarnar, tá henda viðgerð er liðug.


Lat meg gera tað greitt, at tað til eina og hvørja tíð er Føroya fólk, sum avgerð, um broytingar skulu gerast í ríkisrættarligu støðu Føroya. Men tað mugu vera greiðar linjur, og ongi ivamál eiga at ráða. Skulu vit broyta okkara viðurskifti við Danmark, skal tað verða grundað á tilvitaðar politiskar avgerðir.


Síðani ríkisfundin hevur mikil orðadráttur staðist av málinum, og eg havi fingið fleiri viðkomandi spurningar frá løgtingslimunum Sjúrð Skaale, Jenis av Rana og Hans Paula Strøm. Mín greiða støða í hesum máli sæst aftur í hjáløgdu svarum til nevndu tinglimir.

Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður

Sí svarið til Hans Paula Strøm

Sí svarið til Sjúrða Skaale

Sí svarið til Jenis av Rana