Japanski sendimaðurin í Danmark er í Føroyum í hesum døgum.
Tað er Uttanríkistænastan hjá Løgmansskrivstovuni, sum hevur fingið vitjanina í lag og lagt skránna til rættis.
Fyrsti fundur í Føroyum hjá Mr. Seishi Suei var í gjár við Uttanríkistænastuna.
Á ferðini í Føroyum skal japanski sendimaðurin eisini hitta Ríkisumboðið, landsstýrismenninar í mentamálum og fiskivinnumálum, Bakkafrost og Tórshavnar kommunu.
Japanski sendimaðurin fer av landinum í morgin.