17.09.2022 · Løgmansskrivstovan

Javnstøðan í almennum nevndum betra við 10% í hesum valskeiðinum

Javnstøðan í almennum nevndum betra við 10% í hesum valskeiðinum

Ein gjøgnumgongd og samanbering av yvirlitinum yvir almennar nevndir og ráð vísir, at í hesum valskeiðinum er javnstøðan betra við 10 prosentum.

Sitandi samgonga, ið tók við í september 2019, hevur lagt stóran dent á at tryggja javnstøðu í almennu nevndunum og ráðum. Somuleiðis hevur samgongan sett sær fyri at minka um talið av almennum nevndum. Hetta sæst nú aftur í tølunum.

Í juli 2022 vóru 145 almennar nevndir ella ráð í mun til 155 fyri trimum árum síðani. Av hesum var javnstøða, sbr. javnstøðulógini grein 8, í 100 av nevndunum. Hetta svarar til 69%, ið er 10% fleiri enn fyri trimum árum síðani, tá samgongan tók við.

“Sum løgmaður havi eg lagt dent á at tryggja javnstøðu í teimum almennu nevndunum, sum vit sum landsstýrið hava valt. Eg fegnist um at tað nú sær betur út, enn tá vit tóku við fyri trimum árum síðani. Men samstundis eri eg fullgreiður yvir, at vit enn ikki er komin á mál. Tí havi eg givið landsstýrinum boð um, at væntandi javnstøðan skal fáast uppá pláss til møgulig komandi nevndarval.” 
Bárður á Steig Nielsen løgmaður.

Enn væntar javnstøða í 45 nevndum. Men av hesum 45 nevndum eru 32, har landsstýrið onga ávirkan hevur á valið av limum, ella har landsstýrið bert velur ein part av nevndini. Í slíkum førum er javnstøða millum teir limir, ið landsstýrið velur.

Á talvunum niðanfyri sæst ein samanbering av javnstøðuni í almennu nevndum og ráðum í 2019 og 2022. Fyrivarni skal takast fyri, at samlaða yvirlitið  hjá Løgmansskrivstovuni yvir samansetingar av ymsu nevndum og ráðum kann vera ófullfíggjað.

Á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni, ber til at lesa meiri um almennu nevndirnar og ráð. Trýst her.

Javnstøða í almennum nevndum - 6. juli 2022

 

Er javnstøða?

Tal av nevndum

%

Ja

100

69%

Nei

13

9%

Nei, men landsstýrið hevur ikki ávirkan á valið

13

9%

Nei, men landsstýrið velur bara part av nevndini

19

13%

Í alt

145

100%

Javnstøða í almennum nevndum - 11. juli 2019

 

Er javnstøða?

Tal av nevndum

%

Ja

98

63%

Nei

22

14%

Nei, men landsstýrið hevur ikki ávirkan á valið

15

10%

Nei, men landsstýrið velur bara part av nevndini

20

13%

Í alt

155

100%