19.02.2009 · Løgmansskrivstovan

Jóhanna Sigurðardóttir takkar føroyingum

Jóhanna Sigurðardóttir takkar føroyingum

Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, hevur sent løgmanni takkarskriv. Løgmaður sendi henni fyrr í mánaðinum heilsan, har hann ynskti henni til lukku við embætinum og nýggju stjórnini.

Ì sínari heilsan takkar Jóhanna Sigurðardóttir føroyingum fyri serstakt vinalag og fyri at hava veit íslendingum eina hjálpandi hond.

 

Sí takkarskriv