23.04.2014 · Løgmansskrivstovan

Kjakfundur um landsfyrisitingina

Kjakfundur um landsfyrisitingina

Týsdagin 29. apríl verður almennur kjakfundur um bygnaðin í landsfyrisitingini í Norðurlandahúsinum. Fleiri framløgur verða á skrá, og eisini verður møguleiki hjá áhoyrarunum at siga sína hugsan.

Kjartan Hoydal, fyrrverandi fiskivinnustjóri, Beinta Dam, landsgrannskoðari og umboð fyri Starvsmannafelagið, BLF og Vinnuhúsið fara at siga sína hugsan um verandi bygnað, og um tørvur er á broytingum.

Í heyst setti landsstýrið ein arbeiðsbólk at orða eitt kjakupplegg um bygnaðin í landsfyrisitingini. Endamálið við kjakupplegginum er at skapa eitt felags grundarlag undir einum orðaskifti um verandi bygnaður í landsfyrisitingini er tann skynsamasti til føroyska samfelagið. Kjakuppleggið kann lesast her. Á fundinum fer arbeiðsbólkurin at greiða frá innihaldinum í kjakupplegginum.

Kjakfundurin um bygnaðin í landsfyrisitingini verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum og byrjar klokkan 13.00.

Tilmelding skal sendast til endurskodan@tinganes.fo í seinasta lagi mánadagin 28. apríl kl. 16.00.

Til kunningar er harafturat møguleiki at senda skrivligar viðmerkingar um bygnaðin í landsfyrisitingini á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.

Kunning um tiltakið fæst við at ringja til Elina Mortensen tlf. 556142.