04.03.2014 · Løgmansskrivstovan

Kjakuppleggið um landsfyrisitingina orðað

Kjakuppleggið um landsfyrisitingina orðað

Kjakuppleggið um bygnaðin í landsfyrisitingin er nú orðað og tøkt hjá øllum at lesa.


Landsstýrið vil seta bygnaðin í landsfyrisitingini aftur á dagsskrá, nú skjótt 18 eru liðin, síðan landsfyrisitingin varð grundleggjandi umskipað. Tí setti landsstýrið í heyst ein arbeiðsbólk at orða eitt kjakupplegg um bygnaðin í landsfyrisitingini. Í arbeiðsbólkinum sita Petur Alberg Lamhauge, Sjúrður Rasmussen, Bergur Berg og Elin Mortensen. Elin Mortensen er verkætlanarleiðari.

Endamálið er at skapa eitt felags grundarlag undir eitt orðaskifti um uppgávurnar hjá landsfyrisitingini, og um verandi bygnaður er tann skynsamasti til føroyska samfelagið.

Kjakuppleggið er eitt stig á leiðini. Nú verður skipað fyri hoyringum fyri landsstýrisfólkum, floksformonnum og starvsfólkum í landsfyrisitingini. Eisini verður skipað fyri almennum hoyringum, har øll eisini hava møguleika at siga sína hugsan um kjakuppleggið. Tað ber til at gera viðmerkingar til kjakuppleggið á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni her

Kjakuppleggið kann lesast her