24.10.2012 · Løgmansskrivstovan

Kommunuvalið 13. november 2012

Kommunuvalið 13. november 2012

Kommunuval verður týsdagin 13. november 2012.

 

Viðvíkjandi brævatkvøðu til kommunuval er ásett, at sjófólk, sjúk og onnur, ið hava ikki møguleika at greiða atkvøðu á valstaðnum sjálvan valdagin, kunnu greiða atkvøðu við bræv.
Veljarar, sum staddir eru í Føroyum, kunnu brævatkvøða á einum fólkayvirliti, eisini í heimstaðkommununi, har veljarin stendur á vallista.
 

 

Sjófólk kunnu eisini brævatkvøða hjá einum mynstringarstjóra ella greiða atkvøðu umborð á viðkomandi skipi.
 

Veljarar, ið staddir eru í hinum partinum av ríkinum, kunnu brævatkvøða á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi.
 

Veljarar, ið eru staddir uttanlands, kunnu brævatkvøðu á donskum sendistovum ella konsulátum í útheiminum, ella hjá einum, sum landsstýrismaðurin hevur tilnevnt.
 

Veljarar, sum ynskja at greiða brævatkvøðu, skulu, um hetta verður mett neyðugt, vísa nøktandi samleikaprógv.
 

Atkvøðugreiðsla við brævi kann í seinasta lagi fara fram dagin fyri valdagin, og brævatkvøðan skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar valdagin.