22.05.2024 · Løgmansskrivstovan

Kongshjúnavitjan í juni

Kongshjúnavitjan í juni

Kongshjúnini koma til Føroya á almenna vitjan í døgunum 12. til 14. juni. 

Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

"Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroya sum kongshjún. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kunnu Kongshjúnini gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum".
Aksel V. Johannesen, løgmaður

Høvuðsstaðurin, Suðuroy og Eiði

Á ferðini vitja Kongshjúnini í Tórshavn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði. Hjúnini fáa møguleika at uppliva føroyska mentan, náttúru og at heilsa uppá føroyingar í øllum aldri. Kongshjúnini fara av landinum aftur fríggjadagin 14. juni. 

Nærri kunning um vitjanarstøð og skrá kemur seinni. 

 

Kunning til miðlar

Miðlar, ið ætla at fylgja vitjanini, skulu í seinasta lagi tann 30. mai boða Rakul Svabo Róadóttir, samskiftisráðgeva, frá á rsr@tinganes.fo