Danska Kongshúsið hevur í dag boðað frá, at Kongshjúnini koma til Føroya á almenna vitjan í summar. Eftir ætlan verður vitjanin í døgunum 11. til 14. juni.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.
"Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún".
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Fyrireikingarnar til vitjanina verða nú settar í gongd saman við øllum viðkomandi pørtum.
Mynd: Kongehuset
Rundferð í Norðurlondum
Túrurin til Føroyar er partur av einari rundferð hjá kongshjúnunum í Norðurlondum tíðliga í summar. Umframt Føroyar, fara kongshjúnini á vitjan í Svøríki, Noregi og Grønlandi.