
Hennara Hátign Margretha Drotning og Hansara Hátign Heindrikkur Prinsur koma á almenna vitjan í Føroyum í døgunum 27. juni til 1. juli. Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen er vertur fyri vitjanini.
Vitjanin í Føroyum hevur eina umfatandi skrá, har kongshjúnini fáa høvi at uppliva stórfingnu náttúruna, serstøku mentanina og føroysku matgerðarlistina. Hesu ferð er eisini dentur lagdur á, at kongshjúnini, síggja náttúruna og hitta fólk á útoyggjum. Kongshjúnini vitja m.a. í Mykinesi, Skúvoy og Stóra Dímun.
Skráin fevnir eisini um ein túr undir Vestmannabjørgini og út í Koltur. Í Koltri fara kongshjúnini m.a. at síggja gamla býlingin, sum í løtuni verður settur í stand. Verkætlanin er fíggjað m.a. við peningagávu frá A.P. Møller Fonden. Síðani verður siglt undir Hestoynna og inn í Klæmintsgjógv, ið verður karmur um eina konsert við føroyskum tónleikarum. Hetta er fyrstu ferð kongshjúnini fáa høvi at uppliva Klæmintsgjógv.
Drotningin og Prinsgemalurin hava eisini valgt at vitja føroysk vinnulív, og í ár vitja tey m.a. Bakkafrost á Glyvrum og Føroya Bjór í Klaksvík.
Fjølmiðlar, ið ynskja at fylgja vitjanina hjá kongshjúnunum, skulu melda til hjá Løgmansskrivstovuni, Páll Nolsøe, kunningaráðgeva, tlf. +298 306028, palln@tinganes.fo
Ein fjølmiðlaskrá verður almannakunngjørd seinni. Seinasta freist fyri tilmelding er mánadagin tann 14. juni 2010.
Meira kunning fæst við at venda sær til Petur Petersen, ráðgeva, tlf. +298 306045, peturp@tinganes.fo