Vandamikla minkaútgávan av koronu hevur ongantíð verið staðfest í Føroyum. Tað segði Bárður á Steig, løgmaður, undir munnligu fyrispurningunum í Løgtinginum fyrr í dag. Hann vísti á, at ein persónur í september mánaði varð staðfestur smittaður við minkaútgávuni av koronu.
“Viðkomandi smittaði møguliga ein annan persón, men sambært Landslæknanum varð henda ítøkiliga smittuketa longu brotin í september”, svaraði løgmaður millum annað í Løgtinginum.
Tað eru fýra ymiskar minkaútgávur. Tað er bert ein av hesum útgávunum, sum kann hava negativa ávirkan á koppingarevni, sum arbeitt verður við.
Greiningarnar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vísa, at minkaútgávan, sum í september kom til Føroyar, ikki er hetta vandamikla slagið, men hinvegin ein útgáva, sum ikki sær út til at hava nakra ávirkan á eitt komandi koppingarevni.
“Tað vísir seg eisini, at tann minkaútgávan, vit hava funnið í Føroyum, eisini er funnin í fleiri øðrum londum m.a. í minki í Hollandi", segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.