Fyri at styrkja um koronaverjugarðin í Føroyum, hevur landsstýrið gjørt av, at øll ferðafólk frá leygardegnum tann 27.juni, sum koma til landið, skulu kannast. Tað svarar løgmaður millum annað Kristinu Háfoss, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, sum í skrivligum fyrispurningi hevur spurt um kanningarmøguleikarnar við føroyska landamarkið.
Landsstýrið ætlar at bera kostnaðin av hesum fyrstu 14 dagarnar. Í løtuni verður mett um, hvussu kostnaðurin kann latast yvir til tann ferðandi at gjalda. Kostnaðurin fyri hvørja kanning við poding verður 390,- kr.
”Sum so ofta sagt í COVID-19 tíðini - støðan og metingarnar broytast alla tíðina. Og vit mugu tí støðugt fylgja gongdini og verða klár at tillaga skipanirnar, um neyðugt – í eini hóskandi javnvág millum heilsufaklig og búskaparlig atlit, sum raka meint – eisini heilsuliga”, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað í svari sínum.
Sí svar løgmans her