12.02.2009 · Løgmansskrivstovan

Kósin á veðurlagsøkinum er sett

Ì dag høvdu Kaj Leo Johannesen løgmaður, Jørgin Niclassen landsstýrismaður í uttanríkismálum, Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjarmálum og Annika Olsen landsstýriskvinna í innlendismálum, fund um virkisætlanina á veðurlagsøkinum.
Á skránni vóru arbeiðstilgongd og skipan í sambandi við veðurlags- og umhvørvisátøk og luttøka á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn, COP15, sum verður 7. til 18. desember í ár.

 

Landsstýrið er samt um, at andstøðan, vinnan og aðrir áhugabólkar eiga at taka lut í tilgongdini. Ætlanin er at skipa ein politiskan fylgjubólk við framsøgufólkum úr øllum flokkunum og ein COP15 fylgjubólk við umboðum úr vinnuni, granskingarumhvørvinum og øðrum áhugabólkum. Ætlanin er, at bólkarnir skulu verða mannaðir í næstu viku.

 

Ein verkætlanarbólkur við umboðum úr Uttanríkisráðnum og Løgmansskrivstovuni fyrireikar í løtuni føroysku luttøkuna á COP15 og kannar, hvørjar møguleikar Føroyar hava at gerast partur av altjóða sáttmálum um niðurskurð í útláti av veðurlagsgassum.

 

Ì desember lat verkætlanbólkurin undir Innlendismálaráðnum frágreiðingina “Skjótt syftir seiðir og tunga takið”, ið lýsir uppskot til virkisætlan og tiltøk at minka um føroyska CO2-útlátið.
Frágreiðingin verður í løtuni viðgjørd í teimum einstøku aðalráðunum og um miðjan mars skulu landsstýrisfólkini koma við einari greining av, hvørji tiltøk kunnu setast í verk innan teirra málsøki.

 

Løgmaður Kaj Leo Johannesen sigur:”Orkunýtsla hevur stóran búskaparligan týdning fyri Føroyar. Tað snýr seg um altjóða umdømi, kappingarevnini hjá føroyskum fyritøkum og at gerast óbundin av steinrunnum brennievninum.
Um Føroyar skulu megna at lyfta uppgávuni at minka um CO2-útlátið, krevjast samfelagsbroytingar og landsstýrið vil tí arbeiða móti einari tjóðarsemju á veðurlagsøkinum. Um allir partar í samfelagnum ikki geva sítt, røkka vit ikki okkara mál. Tí vilja vit eisini hava andstøðuna og vinnuna við í tilgongdini móti COP15.
”